Óttast ruðuleika í august

Óttast ruðuleika í august
Búskaparligu trupulleikarnir í Brasil eru nú so stórir, at vandi er fyri, at landið ikki megnar at halda ásettu krøvini tá olympisku leikirnir byrja
 
04.07.2016 - 17:48

Vandi er fyri, at olympisku leikirnir, sum verða í Rio de Janeiro í august, kunnu enda í ruðulleika, heldur ein guvernørur.

Serliga illa fyri er landsparturin Rio de Janeiro, tí lækkandi inntøkur av oljuni seta síni djúpu spor.

Tí ávarar virkandi guvernørurin í landspartinum, Francisco Dornelles, um, at vandi er fyri at olympisku leikirnir kunnu enda í eini vanlukku.

Øll tilbúgvingin kann steðga

Landsparturin, Rio de Janeiro, hevur fingið boð um, at hann fær 7,6 milliardir krónur frá stjórnini, men pengarnir eru ikki komnir.

Tí er vandi fyri at øll tilbúgvingin steðgar, millum annað tí løgreglan ikki hevur pengar til oljunýtslu í akførunum.

Ein metrostøð sum skuldi flyta áskoðarar til ymsu tiltøkini í landspartinum er heldur ikki liðug. Tað resta 2,5 milliardir krónur í fyri at fáa gjørt støðina lidna.

Zika-virus hóttir eisini

Umframt vánaliga undirstøðukervið, so hóttir eisini zika-virusið landið, og so seint sum í mai heittu fleiri serfrøðingar og granskarar á stjórnina um at útseta olympisku leikirnar í tríggjar til seks mánaðir.

Ein, sum skrivaði undir áheitanina, var Arthur Caplan, professari. Hann sigur, at tað fer at taka tríggjar til seks mánaðir at fáa eina vaksinu ímóti zika-virus, og tí hevði verið rættast at útsett OL.

Fleiri kend ítróttarfólk í Brasil hava eisini ávarað ímóti støðuni í landinum. Fyrrverandi fótbóltsleikarin, Rivaldo, hevur beinleiðis heitt á fólk um at halda seg burtur úr Rio, tí í býnum eru tey í vanda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519