Mist vónina um at finna fleiri á lívi

Mist vónina um at finna fleiri á lívi
Talið á deyðum, eftir ógvusligu tokvanlukkuna í Suðuritalia í gjár, er nú komið upp á 27 fólk. Talið kann kortini verða størri enn tað
Talið á deyðum eftir ógvusligu tokvanlukkuna í Suðuritalia í gjár er nú komið upp í 27. Myndugleikarnir hava mist vónina um at finna fleiri fólk á lívi í vrakinum
Mynd: AP  
 
13.07.2016 - 14:15

Bjargingarlið hava nú í eitt samdøgur arbeitt við at bjarga øllum fólkunum úr teimum báðum tokunum, sum rendu á hvørt annað í gjár har suðuri í Italia.

- Vit leita framvegis eftir øðrum  tí eina tokføraranum, hin er illa skaddur. Vit hava ikki vónir um at finna fleiri á lívi, sigur leiðarin í bjargingarliðnum á staðnum sambært NRK.

Talið á deyðum eftir tokvanlukkuna kann vaksa. 27 fólk eru deyð, og eini 50 eru illa løstað, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Orsøkin enn óviss

Atvoldin til herviligu tokvanlukkuna er óviss enn. Myndugleikarnir ætla at gera tað, teir eru mentir fyri at finna orsøkina til vanlukkuna, sum hendi um middagsleitið í gjár.

- Vit gevast ikki, fyrr enn vit vita, hví vanlukkan hendi. Nú mugu avvarðandi hjálpast, sigur italski forsætisráharrrin, Matteo Renzi, við fronsku AFP-tíðindastovuna.

Tokvanlukkan í Suðuritalia í gjár var so mikið ógvuslig, at myndugleikarnir máttu heita á fólk har um vegir at lata teimum skaddu blóð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974