300.000 teldupostar hjá AKP á netinum

300.000 teldupostar hjá AKP á netinum
Wikileaks hevur almannakunngjørt 300.000 teldupostar hjá AKP í kjalarvørrinum á turkisku kvettroyndini
 
20.07.2016 - 08:12

WikiLeaks almannakunngjørdi í gjárkvøldið næstan 300.000 teldupostar við fleiri hundrað túsund dokumentum, sum hava eitthvørt við flokkin hjá turkiska forsetanum, Erdogan at gera. Flokkurin, AKP, hevur meirilutan í turkiska tjóðartinginum.

Erdogan var við at stovna flokkin, Rættvísis- og menningarflokkin í 2001, men eftir at hann gjørdist forseti, hevur hann einki beinleiðis tilknýti til flokkin.

Keldan einki við kvettroyndina at gera

WikiLeaks upplýsir, at bólkurin fekk skjølini eina viku fyri kvettroyndina í Turkalandi, har minst 230 fólk lótu lív.

WikiLeaks sigur seg hava kannað upprunan til skjølini, og niðurstøðan er, at keldan einki hevði við kvettroyndina at gera og heldur ikki hevur tilknýti til nakran politiskan flokk í nøkrum landi. 

WikiLeaks gjørdi skjótt av at almannakunngera skjølini, helst tí Erdogan, forseti fer fram við harðari hond eftir kvettroyndina. WikiLeaks boðar frá, at hesi skjølini eru bara tey fyrstu í eini røð av skjølum um turkiska stjórnarflokkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659