SAS kunngjørt ferðaseðlaprísin

SAS kunngjørt ferðaseðlaprísin
Tað fer í fyrsta umfari at kosta 649 krónur at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn, hevur SAS boðað frá
649 krónur. Tað fer tað fyribils at kosta við SAS á føroyarutuni, flogfelagið byrjar síðst í mars 2017
 
11.10.2016 - 10:16

- Eftirspurningurin fer at vísa, hvør marknaðurin er, segði Michael Hansen, sølustjóri hjá SAS, á tíðindafundinum í Fútastovu í Havn klokkan níggju.

SAS boðar frá, at bíligastu ferðaseðlarnir kosta 649 krónur. Síðst í mars næsta ár fer SAS at flúgva millum Keypmannhavn og Vágar.

SÍ EISINI SAS byrjar føroyaflúgving

Flúgvingin byrjar tann 27.mars. SAS ætlar at flúgva eina ferð um dagin allar dagar í vikuni við Airbus A319, sum tekur 141 ferðafólk, og Airbus A320, sum tekur 168 ferðafólk. 

Maersk Air gavst at flúgva til Føroya í oktober í 2004. Eitt stutt skifti í 2006 fleyg FaroeJet millum Føroya og Danmarkar, men annars hevur Atlantic Airways verið einsamalt um boðið í 12 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558