Føroysk gjaldkort kanska misnýtt

Føroysk gjaldkort kanska misnýtt
Danska fyritøkan Nets mælir bankunum til at sperra 100.000 gjaldkort. Føroysk gjaldkort eru helst eisini í vanda, sigur føroyskur banki
Umleið 100.000 gjaldkort eru í vanda fyri at verða misnýtt, sigur danska fyritøkan, Nets. Tað rakar mest sannlíkt eisini føroysk gjaldkort, sigur føroyskur banki
 
26.10.2016 - 10:47

Umleið 100.000 gjaldkort eiga at verða sperrað, sigur danska fyritøkan, Nets, í almennari fráboðan, ið fyritøkan hevur sent út í morgun.

Illgruni er um, at teldusníkar hava fingið fatur á kortupplýsingum, hjá fólki, ið hava keypt í einum útlendskum nethandli. Sagt verður tó ikki hvørjum.

Føroysk kort kanska misnýtt

Tað er ikki óhugsandi, at føroysk gjaldkort eru millum tey nógvu gjaldkortini, sum eru í vanda fyri at verða misnýtt, skrivar Eik nú í fráboðan.

- Vit vita enn ikki um og hvussu nógv føroysk gjaldkort eru millum hesi 100.000, men tað er mest sannlíkt, at hetta eisini rakar føroysk gjaldkort, skrivar bankin.

Nets fer væntandi at koma við meira kunning seinni í dag. Tá fæst eisini geiða á, í hvønn mun føroysk gjaldkort eisini eru umfatað av hesum, sigur Eik.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158