Limagjald til fakfeløg skattafrítt

Limagjald til fakfeløg skattafrítt
Í 2018 fara limirnir í fakfeløgunum at kunna draga limagjaldið frá í skatti, hevur samgongan lovað Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu
Limagjaldið til fakfeløg í Føroyum verður skattafrítt hevur samgongan lovað tingkvinnu. Í Føroyum eru meira enn 80 prosent av løntakarunum limir í fakfelag
 
22.11.2016 - 08:19

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir við Starvsmannafelagið. Í vár fall eitt uppskot um hetta hjá Sonju Jógvansdóttur burtur í Løgtinginum.

Uppskotið fekk fyrstu viðgerð. Tað varð viðgjørt í Fíggjarnevndini. Men tað fall burtur, tí tað var ikki komið aftur úr nevndini, tá tingið fór í summarfrí.

Sonja Jógvansdóttir sigur nú, at hon hevur fingið lyfti frá samgonguni um, at uppskotið verður samtykt, so tað kemur í gildi 1. januar 2018.

Kostar 10-15 mió. í skattainntøkum

Sonja Jógvansdóttir sigur, at arbeiðsgevarar kunnu draga gjøld til yrkisfeløg frá í skatti, men arbeiðstakarar hava ikki sama rættin. 

Tað fer at kosta 10 til 15 milliónir krónur í mistari skattainntøku, um fakfelagslimir sleppa at draga limagjaldið frá í skatti. Ella, sagt við øðrum orðum, løntakarar fáa millum 10 og 15 milliónir í skattalætta.

Sonja Jógvansdóttir er sinnað at seta loft í uppskotið, so ein upphædd, sum svarar til tvey prosent av eini arbeiðaraløn, 5.000 krónur, kann dragast frá í skattinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846