Trump sleppur ikki at forða muslimum

Trump sleppur ikki at forða muslimum
Muslimbannið hjá Trump er í stríð við amerikonsku grundlógina, siga advokatar
Tað gongst ikki sum ætlað hjá amerikanska forsetanum.
 
05.02.2017 - 10:07

Tað gongst ikki sum ætlað hjá amerikanska forsetanum Donald Trump at seta í verk innferðarforboð til USA úr 7 muslimskum londum í Miðeystri og Norðurafrika.

Í morgun hevur ein ríkisrættur nokta at taka eina kæru frá stjórnini hjá Trump í Washington til viðgerðar, sum skuldi seta úr gildi eina forðing fyri banninum, sum ein dómari í Seattle kom við fríggjadagin.

Dómarin noktaði at eftirlíka boðunum um at fólk úr ávísum londum ikki skulu sleppa til USA, bara tí tey eru úr ávísum londum, og annars ikki eru nøkur hóttan fyri amerikanska trygd. Advokatar vilja vera við, at ætlaða forboðið hjá Trump gera mismun á fólk og er tí í stríð við amerikonsku grundlógina.

Eftir at dómari í Seattle fríggjadagin forðaði fyri innferðarforboðnum, legði Trump sjálvur eftir dómaranum og kallaði hann láturligan og lovaði, at avgerð hansara at blokera innferðarforboðið verður sett úr gildi beinanvegin.  

Men tað lyfti megnar Trump ikki at halda, nú ein amerikanskur ríkisrættur hevur staðfest avgerðina hjá dómaranum í Seattle.

Sostatt sleppa ríkisborgarar úr Iran, Irak, Sýria, Jemen, Sudan, Libia og Somalia framvegis at ferðast til USA, fyribils í øllum førum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207