Leikluturin hjá Noregi greinast

Leikluturin hjá Noregi greinast
Russland ávarar Noreg um at gerast ein partur av rakettverjuskjøldrinum, sum USA og NATO ætla at gera í Europa
Norska stjórnin hevur sett eina nevnd við serfrøðinguum, sum skal greina, hvønn leiklut Noreg kann hava í ætlaða verjuskjøldrinum
 
10.03.2017 - 11:12

Tað stendur í einum skrivi til norska Dagbladet frá russisku sendistovuni í Noreg. Norska stjórnin hevur sett eina nevnd við serfrøðinguum, sum skal greina, hvønn leiklut Noreg kann hava í ætlaða verjuskjøldrinum.

Tí hevur Russland mótmælt, og orðaljóðið í brævinum frá sendistovuni er hóttandi. Sendistovan skrivar millum annað, at av tí at USA, NATO og Noreg ikki vilja loysa trætuna við samráðingum, er bert ein háttur eftir, og tað er at loysa málið hernaðarliga tekniskt.

Russland trýst at verja áhugamál

Russland kennir seg noytt at styrkja sína strategisku kjarnorkuverju, sum kann gera av við ein og hvønn verjuskjøldur, stendur millum annað í boðunum frá russisku sendistovuni.

Russland hevur eisini fyrr hótt við tiltøkum um verjuskjøldurin verður gjørdur á norskum øki. So kennir Russland seg noytt at tryggja síni áhugamál, skrivaði pressutalsmaðurin á russisku sendistovuni, Maxim Gurov til miðilin, Klassekampen í januar.

Miðskeiðis í februar koma næsta hóttanin og nú komu so aftur eini kravboð frá russisku sendistovuni í Noreg. Norsku myndugleikarnir taka russisku boðini í størsta álvara, sigur ein talsmaður fyri stjórnina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155