Fólk flutt úr floghavn

Fólk flutt úr floghavn
Eitt flogfar úr Nuuk í gjár var atvoldin til, at fólk vórðu flutt úr altjóða floghavnini í Keflavík í Íslandi. Atvoldin var helst ein misskiljing
 
30.03.2017 - 16:12

Tað skrivar Morgunblaðið á heimasíðuni, sambært KNR. Fólk, sum vóru í floghavnini, vórðu biðin um at fara út, og síðani ganga gjøgnum trygdareftirlitið av nýggjum. Atvoldin til rumblið var eftir øllum at døma eina misskiljing.

Eitt flogfar úr Nuuk setti setti seg í Keflavík, men tá trygdareftirlitið í Nuuk, sambært Morgunblaðnum, ikki lýkur altjóða standardkrøv, varð eitt av ferðafólkunum við flogfarinum úr Nuuk víst til eitt annað trygdareftirlit í floghavnini.

Men av misgávum fekk flogfarið úr Nuuk boð um at seta seg á einum staði á flogvøllinum, har ferðafólkini sluppu inn í floghavnsbygningin, uttan at fara gjøgnum trygdareftirlitið.

Mannagongdin sigur, at í slíkum førum eiga øll ferðafólk í floghavnini at fara út, og síðani gjøgnum trygdareftirlitið av nýggjum. Millum 2.000 og 3.000 fólk vóru í floghavnini, tá tey fingu boð um at fara út, skrivar Morgunblaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050