Undrast á hví gerningsmaðurin var í Svøríki

Undrast á hví gerningsmaðurin var í Svøríki
Maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava framt atsóknina í Stokkhólmi fríggjadagin, var útvístur úr Svøríki, men var kortini í landinum
Hvussu kundi ein maður, sum longur var útbístur úr Svøríki, fremja eina atsókn? Tann spurningin seta fólk í Svøríki sær eftir yvirgangsatsóknina fríggjadagin
Mynd: Sveriges Radio  
 
10.04.2017 - 09:24

Í Svøríki undrast fólk á, at maðurin sum er undir illgruna fyri yvirgangsatsóknina í Stokkhólmi fríggjadagin, var útvístur, men var tó kortini framvegis í landinum.

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, heldur tað vera ørkymlandi, at myndugleikarnir ikki hava megnað at syrgja fyri, at maðurin fór av landinum, eftir at hann varð blivin útvístur. Tað sigur hann sambært Aftonbladet.

- Vit noyðast at bøta um okkara evnir at útinna avgerðirnar hjá skipanini, sigur forsætisráðharrin, og leggur aftrat, at hetta er týdningarmikið fyri at fólk kunnu hava álit á skipanini.

SÍ EISINI Lastbilur koyrt á fólk í Svøríki

Tann mistonkti, ein 39 ára gamal maður úr Ubekistan, fekk í fjør noktað uppihaldsloyvi, og svensku innflytingarmyndugleikarnir góvu honum fýra vikur freist at fara av landinum.

Men maðurin fór ongan veg, og royndi at sleppa sær undan myndugleikunum við at upplýsa falskan bústað fyri politinum.

Fríggjadagin seinnapartin kom hann undan kavi, tá hann stjól ein lastbil og koyrdi beint inn í eina mannamúgvu í Drottninggatan mitt í Stokkhólmi. Fýra fólk lótu lív í atsóknini og 15 eru løstað. Tey deyðu eru tveir sviar, ein breti og ein belgiari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444