Trump: Norðurkorea er ein hóttan móti heiminum

Trump: Norðurkorea er ein hóttan móti heiminum
Í hesum døgum vitjar Donald Trump í Suðurkorea. Trump og suðurkoreanski forsetin eru á einum máli um fáa í lag tættari hernaðarligt samstarv
 
08.11.2017 - 08:45

Norðurkorea er ein hóttan móti øllum heiminum, og tí noyðist heimurin at virka.

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sum er komin á vitjan í Suðurkorea í tveir dagar,

- Vit heita á øllum lond, eisini Kina og Russland, um at krevja av myndugleikunum í Norðurkorea um at gevast við sínum kjarnorku-og rakett-ætlanum, segði amerikanski forsetin, tá hann helt tíðindafund saman við suðurkoreanska starvsbróðrinum, Moon Jae-in.

Samstundis gjørdi Trump greitt, at USA er til reiðar at brúka alla sína hermegi at leggja Norðurkorea í oyði.

Donald Trump er á rundferð í Asia í hesum døgum. Hann kom til Suðurkorea úr Japan, og úrslitið av vitjanini har var, at Japan fer at herða tiltøkini móti Norðurkorea.

Amerikanski og suðurkoreanski forsetin eru á einum máli um fáa í lag tættari hernaðarligt samstarv, sum m.a. ber í sær, at fleiri amerikanskir hermenn sleppa at verða í landinum.

Suðurkoreanski forsetin, Moon Jae-in, sigur, at bæði londini eru eisini samd um at leggja mest møguligt trýst á Norðurkorea og at herða tiltøkini, til landið gevst at menna síni kjarnorkuvápn.

Bæði Trump og suðurkoreanski forsetin heittu samstundis á norðurkoreansku leiðararnar um at koma til samráðingarborðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
PLÁTUPANELIÐ #40 (Island Records)
207831
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472