Rættarhjálpin fekk eisini nógvar spurningar í fjør

Rættarhjálpin fekk eisini nógvar spurningar í fjør
Fyrst og fremst løntakarar venda sær til Rættarhjápina
Í staðin fyri at fara í rættin beinanvegin, ber til at venda sær til Rættarhjálpina, sum er ókeypis.
 
28.02.2018 - 07:18

Rættarhjálp Føroya fekk 725 fyrispurningar í fjør og byrjaði 26 mál. 11 teirra endaðu eisini í fjør. 

648 fyrispurningar vórðu avgreiddir við ráðgeving.

Í 59 førum vórðu tey, sum venda sær til Rættarhjálpina, víst til sakførara.

Fyrst og fremst løntakarar venda sær til Rættarhjálpina. Teir vóru 463, ið svarar til 64%, í fjør.

Og aldursbólkurin 30 til 65 ár er best umboðaður, hann er sløk 73%.

Javnt býtt

363 menn, 360 kvinnur og tvey feløg vendu sær til Rættarhjálpina í 2017. Rættarhjálpin byrjaði í 1996.

Har arbeiða 18 løgfrøðingar fýra tímar um vikuna, ein skrivari 14 tímar og vaskifólk.

Rættarhjálpin er fyri stóran part fíggjað úr Danmark. Løgmálaráðið letur henni slakar 390.000 kr. um árið og landsstýrið 50.000 kr. 

Rættarhjálpin hevði 50.000 kr. í vinningi í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576