Birgir Nielsen farin frá sum nevndarformaður

Birgir Nielsen farin frá sum nevndarformaður
Birgir Nielsen boðaði á nevndarfundi í gjár frá, at hann tekur seg úr nevndini. Samstundis fer hann úr øllum nevndum í Betri-samtakinum.
 
08.08.2018 - 12:05

Birgir Nielsen er ikki formaður í P/F Betri og Ognarfelag Tryggingartakaranna longur. 

Hesum boðaði hann frá á nevndarfundi í gjár. Samstundis fer hann úr øllum nevndum í Betri-samtakinum.

Tað var í gjár, at Dagur og Vika greiddi frá, at ivi var um, um nevndarformaðurin í Betri-samtakinum hevur brotið leiðreglurnar hjá samtakinum í samband við sølu av bygningi á Kirkjustræti í Hoyvík, har Birgir Nielsen tjenti 100.000 krónur.

SÍ EISINI: Birgir fekk 100.000 krónur í samband við sølu

Umboðsráðið, sum setir nevndina, fekk eina frágreiðing frá nevndarformanninum mánakvøldið. Formaðurin í Umboðsráðnum, Jákup Egholm Hansen, segði í Degi og Viku í gjár, at nevndin hevði sent nakrar ítøkiligar spurningar til Birgir Nielsen, sum enn ikki eru svaraðir, og at ráðið fór at kanna, um tað var í tráð við viðtøkurnar hjá samtakinum, at Birgir Nielsen tjenti 100.000 krónur í sambandi við sølu av einari ogn.

Í skrivi sent miðlunum í dag sigur Birgir Nielsen, at hóast hann ikki metir seg hava gjørt nakað galið í málinum, so hevur hann valt at taka seg aftur fyri at forða fyri, at umtalan, sum hevur verið um hansara leiklut í sambandi við søluna av einum vinnubygnini á Kirkjustræti í Hoyvík, fær nakra neiliga ávirkan á Betri samtakið.

LES EISINI: Ivi um sølu av læknabygningi

Nevndin í Ognarfelagi Tryggingartakaranna mannar eisini nevndina í Betri P/F, sum er móðurfelag hjá Betri Banka, Tryging, Pensjón og Heim.

Nevndin er skipað av nýggjum. Nýggj forkvinna er Aslaug Gisladótir. Teitur Poulsen heldur fram sum næstformaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373