Bush fer til gravar hósdagin

Bush fer til gravar hósdagin
Kistan við 41. forsetanum í USA stendur alment frammi frá mánamorgni til mikudagin.
Tað er í runda rúminum á Capitol Hill, at Bush skal standa undir børu frá í morgin. Myndin er av kistuni við Gerald Ford í 2006.
Mynd: Savnsmynd  
 
02.12.2018 - 11:15

Fyrrverandi amerikanski forsetin, George Herbert Walker Bush, sum doyði fyrradagin, fer til gravar hósdagin. Hann verður grivin í býnum, College Station, í Texas. Longu í morgin byrjar minningarhaldið um 41. amerikanska forsetan, sum bleiv 94 ára gamal og harvið landsins elsti fyrrverandi forseti nakrantíð.

Frá seinnapartinum í morgin til mikumorgunin stendur gamli Bush undir børu á Capitol Hill í Washington D.C. Seinni mikudagin er minningargudstænasta í dómkirkjuni í høvuðsstaðnum. Mikudagur er almennur sorgardagur í USA, hava Hvítu húsini boðað frá. Kistan við George Bush skal eisini standa nakrar tímar í Houston, har fyrrverandi forsetin búði, áðrenn sjálv jarðarferðin verður í grannabýnum, College Station, hósdagin.

George Herbert Walker Bush var forseti í USA  frá 1989 til 1993. Áðrenn tað var hann varaforseti hjá Ronald Reagan í átta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947