49 fólk dripin í moskuálopi

49 fólk dripin í moskuálopi
49 fólk eru deyð og í minsta lagi 20 onnur eru løstað eftir skottilburðir í nýsælendska býnum, Christchurch, í nátt okkara tíð
Heilsustarvsfólk koyra ein særdan mann inn í ein sjúkrabil eftir álop á tvær moskur í nýsælendska býnum, Christchurch, í nátt okkara tíð
Mynd: AP  
 
15.03.2019 - 09:02

Løgreglan hevur handtikið fýra fólk, tríggjar menn og eina kvinnu, skrivar BBC News. Skottilburðirnir vóru inni og uttan fyri tvær moskur í nýsælendska býnum Christchurch.

Miðbýurin í Christchurch hevur eisini verið avbyrgdur, tí fleiri bumbur vórðu funnar í bilum ymsastaðni. Tann avbyrgingin er tikin burtur nú.

Greinin heldur fram niðanfyri

Video: Minst 40 fólk dripin í álopi á moskur (ensk tala)

- Vit hava ongantíð upplivað nakað líkandi fyrr, tí slíkt hendir ikki í okkara landi. Hetta er daprasti dagur í søguni hjá okkum, sigur Jacinda Ardern, forsætisráðharri, sambært blaðnum, The New Zealand Herald.

Myndugleikarnir hava heitt á allar moskur í býnum um at lata aftur, til onnur boð verða givin. Enn er ikki greitt, hvussu nógv fólk framdu álopið á tær báðar moskurnar.

- Tann eini álopsmaðurin er avstralskur. Hildið verður, at maðurin hevði skrivað eina yvirlýsing áðrenn álopini, har hann hevur greitt frá ætlanunum, skrivar BBC News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906