Helgi Dam Ziska føroyameistari

Helgi Dam Ziska føroyameistari
Føroyski stórmeitarin vann sítt fimta føroyameistaraheiti í talvi, tá samansett FM- og altjóða kapping var telvað í gjár
Helgi Dam Ziska hevur nú vunnið fimm FM-heiti
 
20.04.2019 - 09:50

Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, vann bæði føroyameistaraheitið og altjóða kappingina, sum var í sambandi við, at FM-kappingin fyri einstaklingar var avgjørd í gjár. 

Helgi Dam Ziska lat ongan iva verða um, at hann var sterkasti telvarin í kappingini. Hann vann fýra talv, meðan trý endaðu við javnleiki. 

Olaf Berg var einasti telvarin, ið kundi fáa Helga Dam Ziska aftur í kappingini um føroyameistaraheitið. Talvið teirra millum gjørdist tískil ein finala um FM. 
Men stórmeistarin telvaði væl við svarta fólkinum og vann sannførandi. Hetta var fimta FM-heitið hjá Helga Dam Ziska og hansara triðja á rað.

Endaliga støðan í FM-bólkinum:
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2540 5½ stig
2. FM Drazen Dragicevic (Svøríki) 2334 5 stig
3. GM Normunds Miezis (Lettland) 2468 5 stig
4. FM Hans Kristian Simonsen, KT 2147 3½ stig
5. FM Olaf Berg, HT 2212 3½ stig
6. GM Carsten Høi (Danmark) 2354 3 stig
7. FM Carl Eli Samuelsen, HT 2196 2 stig
8. Sjúrður Thorsteinsson, HT 2228 ½ stig

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938