63 brúdleypsgestir deyðir í bumbuatsókn í Kabul

63 brúdleypsgestir deyðir í bumbuatsókn í Kabul
1200 fólk vóru í brúdleypinum, tá bumban brast
 
18.08.2019 - 09:44

Ein sjálvmorðsbumbuatsókn í afganska høvuðsstaðnum Kabul hevur kravt í minsta lagi 63 mannaiv, og í minsta lagi 182 fólk eru særd.

Bumban brast í einum brúdleypi á einum gistingarhúsi í Kabul í gjárkvøldið. Umleið 1200 fólk vóru í brúdleypinum.

Eingin átikið sær ábyrgdina

Ein talsmaður fyri afganska innanrikisráðið sigur, at gerningsmaðurin hevði lagt spreingievni millum brúdleypsgestirnar. 

Eingin hevur átkið sær skyldina fyri atsóknina. Taliban-felagsskapurin vísir aftur, at hann hevði nakað við atsóknina at gera, og fordømir atsóknina.

Spreingingin var í bygninginum Dubai City. Hann stendur í einum býarparti í Kabul, har shiamuslimski minnilutin, hazararnir, búgva.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846