Lær føroyska hópin at kenna
Málverji
Felag: HC København (Danmark)
Liðskiparin er ivaleysur fyrsti málverji frammanfyri Tórð Skorðheim Guttesen, sum loysti av fyri skadda Aleksandar Lacok. Tí hongur nógv á Paula hesa ferð.
Málverji
Felag: Kyndil
Aleksandar Lacok kom upp á A-landsliðið, tá Nicholas Satchwell sleit krossbandið, men ólukkutíð fekk ‘Sasha’ skaða fyri kortum. So vóru boð eftir Tórði, sum í roynd og veru hevði slept vónini um landsliðið.
Bakkur
Felag: HF Karlskrona (Svøríki)
Bakkurin er serliga stinnur í verjuni, men kann eisini spæla í álopinum. Fekk ein knæskaða, men náddi at spæla nakrar dystir, áðrenn EM-steðgin.
Bakkur
Felag: Hallby HK (Svøríki)
Hevur havt eitt gott kappingarár í Svøríki, og kann fáa størri uppgávu enn væntað frammanundan, tí Elias Ellefsen á Skipagøtu er skaddur.
Bakkur
Felag: GOG (Danmark)
Verður ivaleyst avgerandi spælarin í føroyska álopsspælinum, um Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki fær spælt. Er ógjørligur at steðga ein ímóti einum, og tað kann skapa neyðuga plássið í gjøgnumbrotsspælinum.
Spælskipari
Felag: THW Kiel (Týskland)
Er størsta stjørnarn á føroyska liðnum, og tí er tað stórt bakkast, at spælskiparin fekk skaða stutt fyri jól. Tað er yvasamt, um hann kemur á vøllin; um ikki, verður stórur saknur í fintunum, skotunum og fríspælingunum frá úrmælinginum í Kiel.
Bakkur
Felag: Team Sydhavsøerne (Danmark)
Pauli Mittún spælir ikki á so høgum stigi, men hevur roynst væl á landsliðnum. Ikki minst í Golden League í heyst. Bakkurin er eisini ein, sum skal taka størri ábyrgd, um Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki er førur fyri at spæla.
Bakkur
Felag: TSV Hannover-Burgdorf (Týskland):
Ein av trimum Bundesligaspælarum í føroyska hópinum. Er ein verjuspælari í heimsflokki, men spælir eisini nógv á høgra bakki í álopsspælinum, har tað er eitt sindur misjavnt við avrikunum.
Bakkur
Felag: Elitesport Vendsyssel (Danmark)
Bakkurin er ein av royndastu spælarunum á føroyska liðnum, og hevur spælt uttanlands í nógv ár í nógvum feløgum. Fær ikki so nógvar minuttir longur, men er eitt gott alternativ á høgra bakki.
Bakkur
Felag: Valur (Ísland)
Ein av teimum ungu og frambrúsandi spælarunum í føroyska hópinum. Telist millum bestu spælarnar í Íslandi í toppformi, og er kanska hin einasti, sum kann bjóða teimum bestu málverjunum av við langskotum.
Vongur
Felag: Køge Håndbold (Danmark)
Landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen brúkar ‘fra Køge til Keil’, tá hann skal lýsa munin á stignum, sum føroysku spælararnar spæla á. Er aftanfyri Leiv Mortensen á vinstra veingi, men hevur ongantíð svikið á landsliðnum.
Vongur
Felag: HC København (Danmark)
Hákun West av Teigum er stjørnuvongurin hjá Føroyum, men avrikini hjá Leivi Mortensen á landsliðnum tvey tey seinastu árini eru lítið aftanfyri tey hjá Füchse Berlin-manninum. Tað er óvanliga langt ímillum misnýttu kjansirnar hjá kringa vonginum í vinstru.
Vongur
Felag: Füchse Berlin, (Týskland)
Berlin-maðurin telist millum allarbestu vengurnar í heiminum. So einfalt er tað. Er avgerandi á føroyska landsliðnum, og í týska meistaraliðnum er hann fastur maður. Er avgerandi fyri føroysku kjansirnar til EM.
Bakkur/Vongur
Felag: Valur (Ísland)
Hevur verið eykamaður hjá Hákuni West av Teigum í nógv ár, og tað er ein ótaksom uppgáva. Hevur kortini leverað, tá hann er sloppin framat, og seinastu árið hava vit eisini sær vongin á høgra bakki. Tekniskt sterkur, lættur og skilagóður.
Strika
Felag: Ribe-Esbjerg HH (Danmark)
Strikuspælarin hevur strítt seg til pláss í bestu donsku deildini, og avrikini á landsliðnum hava altíð verið góð. Samspælið við Elias Ellefsen á Skipagøtu riggar væl. Til EM liggur stóra avbjóðingin í verjuspælinum.
Strika
Felag: Team Sydhavsøerne (Danmark)
Pætur er stórur og sterkur, og fysikkurin hevur stóran týdning á hægsta stigi. Í álopinum er hann ikki tryggasti skjúttin av strikuni.
Strika
Felag: IK Sävehof (Svøríki)
Strikuspælarin skiftir í summar úr føroyingafelagnum í Svøríki til Høj í bestu donsku deildini. Framgongdin hevur verið stór síðstu árini, og tað sæst aftur á landsliðnum, har hann fær alsamt størri leiklut.
Strika
Felag: H71
Strikuspælarin myndar onkursvegna eldra ættarliðið á landsliðnum, og hóast hoyvíkingurin nú spælir í føroysku deildini, er hann enn inni í hitanum. Fær neyvan nógva spælitíð, men kemur hann á vøllin, liggur hansara partur ongantíð eftir.

Fleiri greinar

Hondbóltur
Føroyar uttan Elias ímóti Italia
Í morgin spælir manslandsliðið í hondbólti fyrra EM-upphitingardystin ímóti Italia. Tað verður uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum framvegis er uttanfyri við skaddari øksl
Hondbóltur
4.000 føroyingar á hondbóltsferð til Oslo
Atlantsflog ger 18 flogferðir, og Norrrøna verður hotellskip hjá 1.000 ferðafólkum
Hondbóltur
Elias fingið skaða í økslina
Hann spælir ikki meira í ár, men ætlar at vera klárur til fyrsta EM-dystin í Oslo
Hondbóltur
Tórður inn fyri Lacok
Aleksandar Lacok verður ikki við í EM-undaspælinum, tí málverjin hevur fingið skaða. Ístaðin hevur Tórður Skorheim Guttesen fingið landsliðsboð
Hondbóltur
Banamaðurin hjá Føroyum ikki við hesa ferð
Miha Zarabec, knappi slovenski bakspælarin, sum meir ella minni avgjørdi EM-dystin ímóti Føroyum fyri tveimum árum síðan, er ikki við í slovenska hópinum hesa ferð
Hondbóltur
Elias ímóti Kiel-liðfelaga í fyrsta EM-dystinum
Strikuspælarin úr Kiel, Lukas Laube, er ikki óvæntað ein av 19 spælaranum í EM-hópinum hjá Sveis, sum Føroyar møta í fyrsta dystinum í endaspælinum í januar
Hondbóltur
Føroyska EM-liðið tikið út
Peter Bredsdorff-Larsen hevur tikið 18 spælarar út til EM-endaspælið í januar, og talan er fyri tað mesta um royndar landsliðsmenn
Hondbóltur
Fáa kjansin í Golden League
Pauli Rasmussen og Høgni Heinason, sum báðir spæla í føroysku hondbóltskappingini, eru við í landsliðshópinum til Golden League, og venjarin lovar, at teir fáa kjansin
Hondbóltur
Føroyskt mynstur í landsliðsblusu
Nýggju blusurnar hjá føroysku hondbóltslandsliðunum vóru vístar fram um vikuskiftið. Íblásturin kemur frá 40 ára gomlum búna og nýggjum hondbóltsmynstri
  •