Føroyskt mynstur í landsliðsblusu

Føroyskt mynstur í landsliðsblusu
Nýggju blusurnar hjá føroysku hondbóltslandsliðunum vóru vístar fram um vikuskiftið. Íblásturin kemur frá 40 ára gomlum búna og nýggjum hondbóltsmynstri
Andrei Antal/HSF
30.09.2025 - 13:00

Blusurnar, sum føroysku hondbóltsspælararnir fara at skjóta mál, takkla og bjarga í til heimsmeistara- og evropameistarakappingarnar í vetur, vóru avdúkaðar við Tjarnir í Havn um vikuskiftið.

Nýggju landsliðsklæðini eru sniðgivin við íblástri frá landsliðsblusuni frá 1986, og sermerkt nýtt hondbóltsbindimynstur frá Navia er eisini við á blusuni.

 - Vit fóru so í gongd við at útvikla eitt mynstur, og tað var Elisabeth í Gong, sniðgevin hjá Navia, sum sat og arbeiddi við tí, og úrslitið var so tað, at vit komu við einum hondbóltsborda, sum er tað almenna hondbóltsmynstri, segði Óli Jákup á Torkilsheyggi.

 - Mynstri hevur bæði rundan og kantuttan form, sum eisini kann mynda bóltin og mynstri á bóltinum, og at bólturin er í málinum, segði Elisabeth í Gong.

Í sama viðfangi hevur Navia framleitt eina troyggju við sama serstaka mynstri. Ein troyggja, sum føroysku hondbóltskvinnurnar skutu upp, tá tær kappaðust til EM í Basel síðsta ár.

 - Gunn Ellefsen, forkvinnar í HSF, prátaði við nakrar av kvinnunum. sum vóru til EM niðri í Basel, og tær søgdu, at tað var eitt sindur keðiligt at renna runt í syntetiskum klæðum í kuldanum har niðri, og tær kundu hugsað sær at havt eina góða føroyska troyggju afturat í øllum førum, greiddi Hallur Danielsen úr HSF frá.

 - Vit spurdu um at fáa føroyskar troyggjur, tá vit vóru í Basel, so tað gleði eg meg til at fáa nú, segði Bjarta Johansen, landsliðsspælari.

Mynd: Andrei Antal/HSF

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299