- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot: Gevið foreldrum pening til ansing
Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um, at ansingargjaldið skal fylgja barninum. Grundgevingin hjá Fólkaflokkinum fyri at lata foreldrunum ansingargjaldið er at barnaansingin ikki í nóg stóran mun nøktar tørvin hjá teimum, ið hava skeivar arbeiðstíðir.
Tað vil siga teimum, sum arbeiða uttan tíðarskeiðið frá klokkan 7 til 17, eitt nú starvsfólk á sjúkrahúsum, røktarheimum og og fiskavirkjum.
- Tíðin er komin at gera frælsið størri, og harvið tænastuna fyri øll. Tað kann gerast við at lata peningin fylgja barninum" sigur Fólkaflokkurin í uppskotinum.
Kommunurnar gjalda í miðal 70.000
Flokkurin hevur roknað seg fram til, at kommunurnar í miðal rinda 70.000 krónur árliga til barnaansing fyri hvørt barn. Og foreldrini rinda 20.000 krónur. Hetta gevur foreldrunum til samans 90.000 krónur fyri hvørt barnið.
Anaingargjaldið skal geva foreldrum møguleika at keypa barnaansing frá privatum ansingarstovnum, frá arbeiðsplássinum, frá au-pair ella at grannaløg taka seg saman og skiftast um ansing. Eisini kunnu tey keypa tænastuna frá kommunalu ansingarskipanini, sigur Fólkaflokkurin í uppskotinum.
Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, ið skal geva kommunum heimild at lata foreldrum pengarnar, sum barnaansingin kostar fyri kommununa.