Tey Konservativu missa nógvar atkvøður

Tey Konservativu missa nógvar atkvøður
Afturgongdin hevur seinastu vikuna verið 10 prosentstig í mun til størsta andstøðuflokkin, Labour, vísir meiningakanning hjá Sunday Times
 
30.04.2017 - 12:01

Konservativi flokkurin stendur til at fáa 44 prosent av atkvøðunum, meðan Labour stendur til at fáa 31 prosent. 13 prosentstig eru enn á muni.

Men fyri einari viku síðani vóru 23 prosentstig í muni ímillum flokkarnar. Liberali flokkurin fær 11 prosent, meðan Ukip stendur til at fáa sjey prosent.

SÍ EISINI Parlamentið sigur »ja« til nýval

Miðskeiðis í apríl boðaði Theresa May óvæntað frá, at parlamentsval skuldi vera 8. juni. Hun segði orsøkina vera, at hon vildi hava ein greiðan meiriluta í fólkinum, áðrenn samráðingarnar byrja við ES um at taka landið úr samveldinum.

Theresa May gjørdist foirsætisráðharri seinasta summar, eftir at David Cameron valdi at leggja frá sær, eftir fólkaatkvøðuna um ES limaskapin. Hon hevur roynt at føra konservativa flokkin fram sum ta støðugu loysnina eftir Brexit.

Á fundi í gjár í Bruxelles samtyktu hini 27 ES-londini eina felags støðu uppundir samráðingarnar við Bretland. Samráðingarnar byrja væntandi eftir parlamentsvalið í Bretlandi 8. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659