Hava dúvað ov nógv upp á orku úr Russlandi

bannari
Hava dúvað ov nógv upp á orku úr Russlandi
At ES hevur keypt so nógva olju og gass úr Russlandi, kann koma ES aftur um brekku nú, sigur Margrethe Vestager, varaforkvinna í ES-nevndini
Margrethe Vestager, varaforkvinna í ES-nevndini.
 
31.05.2022 - 14:11

ES hevur keypt olju fyri 3,3 milliardir kr. úr Russlandi um dagin, men nú hava ES-londini samtykt at skarva tveir triðingar av nøgdini, sum tey higartil hava keypt úr Russlandi

Tað fer at hava við sær, at Russland fer at fáa nógv minni inntøkur úr vesturheiminum, og tað kann fara at raka russiska búskapin meint.

Lættasti mátin at fáa orku til vega hevur verið at keypa hana úr Russlandi, sigur Margrethe Vestager, sum er varaforkvinna í ES-nevndini. Hon sigur, at hetta fera at koma ES aftur um brekku:

 

1530775


Síðani kríggið byrjaði, hevur Russland flutt stórar nøgdir av olju til fleiri asiatisk lond, og nú vilja onnur lond hava oljuna, sum ES ikki vil keypa.

Bara í farnu viku vórðu millum 74 og 79 milliónir tunnur av olju fluttar til India og Kina, skrivar Bloomberg. Fyri kríggið var talan um umleið 27 milliónir tunnur.

Tað ljóðar at Russland selur bensin við stórum avslátti í løtuni, og tað kemur væl við hjá londum, sum ikki leggja stórvegis í kríggið í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Undansending
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738