Blinken: Putin forðar fyri, at matur kann flytast úr Ukraina

Blinken: Putin forðar fyri, at matur kann flytast úr Ukraina
Meira enn 20 milliónir tons av korni liggja í kornbrunnum í Ukraina og skulu sendast av landinum
Vandi er fyri, at stórar nøgdir av korni rotna, tí russar hava stongt havnir í Ukraina.
 
15.06.2022 - 08:44

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, sigur, at russiski forsetin, Vladimir Putin, forðar fyri, at matur kann flytast úr Ukraina. 

Hann sigur eisini, at Putin brúkar ágangandi propaganda fyri at vreingja sannleikan um, hví hetta er so, tí Putin heldur, at heimurin so fer at strika tiltøkini.

- Við øðrum orðum, sera einfalt, er hetta avnoyðsla, sigur Blinken á Twitter, sambært amerikanska uttanríkisráðnum.

 

Grøði rotnar

Avnoyðsla, blokkadan, hjá Russlandi av ukrainskum havnum kann merkja, at avgrøði rotnar. 

Meira enn 20 milliónir tons av korni liggja í kornbrunnum í Ukraina og skulu sendast av landinum.

Í mai kom fram, at Russland m.a. sigur, at ukrainskar havnir verða latnar upp fyri útflutningi av hveiti, um tiltøkini móti Russlandi verða strikað.

Stúrt verður fyri, at stongsilin kann elva til alheims matvørukreppu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815