USA ætlar at byggja goymslur til korn úr Ukraina

USA ætlar at byggja goymslur til korn úr Ukraina
Joe Biden, forseti, sigur, at átakið skal fáa prísin á hveiti at lækka og forða fyri hungursneyð
Joe Biden, forseti, var á ráðstevnu í Philadelphia í nátt um støðuna í Ukraina. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
16.06.2022 - 09:57

USA hevur ætlanir um at byggja korngoymslur til 20 milliónir tons av korni í grannalondunum hjá Ukraina, fyri at fáa kornið úr Ukraina.

Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden, á eini ráðstevnu í Philadelphia í nátt.

Átakið skal fáa prísin á hveiti at lækka, og samstundis forða fyri hungursneyð í heiminum, segði amerikanski forsetin.

Hann legði dent á, at USA arbeiðir tætt saman við sínum sameindu um ætlanina.

 

Verður stór hjálp

Hanna Shelest, sum er verjuserfrøðingur, og hevur støð í Odessa í Ukraina, sigur, at amerikanska átakið verður til stóra hjálp fyri kornútflutningin úr Ukraina.

- At gera goymslur tætt við ukrainska markið, og so koyra kornið til goymslurnar, fer at hjálpa væl, sigur hon. Størsti trupulleikin er at goyma kornið, og tann trupulleikin verður loystur, um goymslur verða skipaðar, sigur hon.

Russland og Ukraina selja umleið ein triðing av hveitinum í heiminum. Ukraina hevur vanliga útflutt kornið við skipi, men tað letur seg ikki gera nú, tí russiski herurin hevur lagt minur í havnirnar.

Síðani kríggið byrjaði, hevur Russland lagt seg eftir at beina fyri ukrainsku korngoysmlunum og ukrainska landbúnaðinum, sigur Hanna Shelest. Hon sigur tekin vera um, at Russland roynir at gera enda á kornútflutninginum úr Ukraina.

Í býnum, Kheron, rændu russisku hermenninir korngoymslurnar, og nú roynir Russland at selja kornið til lond í Miðeystri.

 

Síðani kríggið byrjaði, hevur Russland lagt seg eftir at beina fyri ukrainsku korngoysmlunum og ukrainska landbúnaðinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Matvøruprísirnir hækkaðir

Ymsar royndir eru gjørdar at fáa kornið úr Ukraina, m.a. við at flyta tað til Eystrasalt, og avskipa kornið haðani. Tað letur seg gera, men nøgdin er nógv minni, enn hon var, tá kornið var flutt gjøgnum Svartahavið, sigur verjuserfrøðingurin.

Russiska innrásin í Ukraina hevur havt við sær, at matrvøruprísirnir eru hækkaðir, tað ger seg serliga galdandi í Afrika og í Miðeystri.

Men eisini um okkara leiðir eru prísirnir hækkaðir munandi.

Landbúnaðarráðharrin í Ukraina, segði herfyri við Reuters, at trot verður á hveiti í minst trý ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610