Stillar ikki uppaftur fyri Danska fólkaflokkin

Stillar ikki uppaftur fyri Danska fólkaflokkin
Kristian Thulesen Dahl verður ikki valevni hjá flokkinum, sum hann var við til at stovna
Kristian Thulesen Dahl verður verandi í Danska fólkaflokkinum til fólkatingsvalið, men stillar ikki uppaftur fyri flokkin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.06.2022 - 09:38

Fyrrverandi formaðurin í Danska fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, fer ikki at stilla upp fyri Danska Fólkaflokkin á næsta fólkatingsvali.

Tað sigur hann við Radio4.

Avgerðin er tikin eftir ógvusligt stríð í flokkinum í langa tíð.

- Tað er so nógv hent seinasta árið, og eg vónaði, at tað fór at enda, tá eg legði frá mær sum formaður í januar. Men tað hendi ikki, og stríðið heldur fram, sigur hann.

Kristian Thulesen Dahl leggur aftrat, at hann verður verandi í flokkinum til næsta fólkatingsval.

Kristian Thulesen Dahl var við til at stovna Danska fólkaflokkin í 1995, m.a. saman við Piu Kjærsgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815