Evropeiski miðbankin hækkar aftur rentuna

Evropeiski miðbankin hækkar aftur rentuna
Væntandi fer danski tjóðbankin eisini at hækka rentuna longu í dag
Forkvinnan í ECB, Christine Lagarde, kunngjørdi rentuhækkingina í dag,
 
27.10.2022 - 13:58

Evropeiski miðbankin, ECB, hevur hækkað leiðandi rentuna 0,75 prosentstig, upp í 1,5 prosent, boðar bankin frá.

Hetta er onnur rentuhækkingin hjá ECB seinastu tveir mánaðirnar.

ECB hækkar rentuna til tess at tálma inflatiónini, so hon kemur niður á eina vanliga legu upp á tvey prosent.

Beint eftir at evropeiski miðbankin broytir rentuna, plagar danski tjóðbankin at gera tað sama. Og væntandi fer danski tjóðbankin at hækka sína rentu longu í dag, skriva danskir miðlar.

Prísvøksturin í evru-londunum er hækkaður umleið 10 prosent seinasta árið. Í Føroyum hevur prísvøksturin verið umleið níggju prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV