NATO vil hava Putin at endurnýggja kornavtalu

NATO vil hava Putin at endurnýggja kornavtalu
Russiski forsetin eigur at gevast at nýta mat sum vápn í stríðnum í Ukraina, sigur eitt talsfólk hjá NATO
Hóast Russland hevur sett avtaluna úr gildi, so royna Ukraina, Turkaland og ST í felag at fáa 16 skip við korni úr Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.10.2022 - 08:48

NATO vil hava Russland at endurnýggja avtaluna um korn úr Ukraina, sum Vladimir Putin, forseti, setti úr gildi leygardagin.

Tað skrivar Reuters.

Putin boðaði frá, at han setti avtaluna úr gildi, samstundis sum hann setti fram skuldsetingar um álop við dronum á herflotan í Svartahavinum, við býin Sevastyopol, sum er á Krim- hálvoynni.

- Putin, forseti, má gevast at nýta mat sum vápn í stríðnum í Ukraina, segði talsfólkið hjá NATO, Oana Lungescu.

 

Eigur at endurskoða avgerðina

- Vit heita á Putin um at endurskoða avgerðina, og hann eigur at loyva flutningi av korni úr Ukraina, so tað kann koma til tey svongu kring heimin.

Sambært Oanu Lungescu, hevur avtalan um kornflutningin, sum ST og Turkaland slóðaðu fyri, hildið matvøruprísin í eini javnari legu, so prísurin ikki hækkaði óneyðuga nógv, eru boðini frá NATO.

Hóast Russland hevur sett avtaluna úr gildi, so royna Ukraina, Turkaland og ST í felag at fáa 16 skip við korni úr Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV