Orban bjóðar Kristersson til samráðingar um Nato-limaskap

Orban bjóðar Kristersson til samráðingar um Nato-limaskap
Turskiska tjóðartingið fer at væntandi at góðkenna svensku umsóknina í hesi vikuni, kanska longu á fundinum í parlamentinum í dag
Viktor Orban, forsætisráðharri í Ungarn, vil nú hava samráðingar við Svøríki um Nato-limaskap. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
23.01.2024 - 12:10

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, hevur boðið svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, til Ungarn at samráðast um svensku umsóknina um limaskap í verjusamgonguni í Norðuratlantshavi, NATO.

Tað skrivar Orban í fráboðan á X,

Fráboðanin kom stutt eftir, at andstøðan í Ungarn bað um at fáa málið til viðgerðar í tjóðartinginum alt fyri eitt, skrivar NTB.

Turskiska tjóðartingið fer at væntandi at góðkenna svensku umsóknina í hesi vikuni, kanska longu á fundinum í parlamentinum í dag.

 

Ulf Kristersson er svenskur forsætisráðharri. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

 

Meiriluti er fyri

Uttanríkisnevndin í turkiska parlamentinum góðkendi í desember svensku umsóknina, og alt bendir á, at meiriluti er eisini er í parlamentinum.

Turkaland og Ungarn eru einastu Nato-lond, sum ikki enn hava góðkent svensku umsóknina.

Svøríki søkti í mai 2022, samstundis sum Finnland, um at sleppa upp í Nato. 

Finnland fekk limaskap eitt ár seinni, men Svøríki skal hinvegin lúka ávisar treytir frá Turkalandi, og nógv bendir á, at turkiska stjórnin hevur nýtt svensku umsóknina til at trýsta amerikanarar í samráðingunum um at keypa hernaðarflogfør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846