Taka ikki støðu til snyrilsmálið fyrr enn næsta ár

Taka ikki støðu til snyrilsmálið fyrr enn næsta ár
Donsku stjórnarflokkarnir bíða, til kanningin er liðug, men tað vilja offrini ikki. Endurgjaldskravið er meira enn 20 mió. kr.
Naja Lyberth var 14 ára gomul, tá ið hon fekk snyril settan upp uttan samtykki. Hon krevur, at danska stjórnini tekur kvinnurnar í álvara.
 
28.02.2024 - 18:01

Danski staturin fer fyribils ikki at taka støðu til endurgjaldskravið frá Naju Lyberth og hinum 140 offrunum í snyrilsgøluni fyrr enn í 2025, tá ið frágreiðingin um málið er liðug.

Men so leingi ætla kvinnurnar ikki at bíða.

Naja Lynge, sum var 14 ára gomul, tá ið hon fekk snyril settan upp uttan samtykki, krevur, at danska stjórnin tekur kvinnurnar í álvara.

- Hetta merkir tað sama sum at siga nei, sigur Naja Lynge, nú avgerðin um endurgjaldskrav er útsett.

 

Krevja meira enn 20 mió. í endurgjaldi

Tað var oktober í fjør, at 67 kvinnur kravdu tilsamans 20,1 millión krónur í endurgjaldi frá danska statinum. 

Síðani eru fleiri kvinnur komnar aftrat, og nú hava 140 sett fram endurgjaldskrav.

Men kvinnurnar hava ikki stundir at bíða til 2025, sigur Naja Lyberth við danska kringvarpið.

 

Gerast eldri

- Vit gerast eldri. Tann elsta er meira enn 80. Málið kann jú lættliga vara í nógv ár aftrat, og tí mugu vit leggja trýst á nú, meðan vit hava førleika og orku, sigur Naja Lyberth.

Flokkarnir í donsku stjórnini, Javnaðarflokkurin, Vinstri og Moderatarnir, hava fyribils ikki viljað gjørt viðmerkingar til endurgjaldskravið hjá grønlendsku kvinnunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846