Høvuðsstaðurin væntar at fáa 1,5 milliardir í inntøku næsta ár

Høvuðsstaðurin væntar at fáa 1,5 milliardir í inntøku næsta ár
Kommunuskatturin og barnafrádrátturin í Tórshavnar kommunu verða óbroyttir
Innøkurnar frá kommunuskattinum hækka 44 milliónir krónur næsta ár, úr 1,1 milliard í fíggjarætlanini fyri 2025 upp í 1,14 milliardir krónur í 2026.
 
18.09.2025 - 13:25

Tórshavnar kommuna væntar at fáa fleiri pengar inn í kommunuskatti, eisini næsta ár.

Nýggjasta inntøkumetingin hjá kommununi vísir, at kommunuskatturin hækkar fýra prosent næsta ár, sammett við inntøkumetingina í fíggjarætlanini fyri í ár.

Innøkurnar frá kommunuskattinum hækka 44 milliónir krónur, úr 1,1 milliard í fíggjarætlanini fyri 2025 upp í 1,14 milliardir krónur næsta ár.

Eftirlønarskatturin hækkar eisini, úr 231 milliónum í fíggjarætlanini fyri í ár upp 265 milliónir næsta ár.

Tórshavnar Kommuna roknar við at fáa tað sama inn í partafelagsskatti næsta ár sum í ár, metingin er 58 milliónir krónur.

 

Vøksturin 5,4 prosent

Samanlagt hækka inntøkurnar hjá høvuðsstaðnum 5,4 prosent næsta ár, sammett við fíggjarætlanina fyri 2025. Samlaðu inntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu verða mettar til 1,5 milliardir krónur næsta ár. Tað er tað mesta higartil. 

Síðstu árini hava tó víst, at inntøkumetingin í fíggjarætlanini hjá høvuðsstaðnum hevur verið lægri enn veruligu inntøkurnar, tá fíggjarárið er liðugt. Til dømis vísti fíggjarætlanin fyri 2014, at inntøkurnar fóru at verða góðar 1,3 milliardir krónur - tá avtornaði vísti roknskapurin, at inntøkurnar vórðu góðar 1,4 milliardir, also meira enn 100 milliónir krónur størri.

Sama myndin sæst eisini á útreiðslusíðuni. Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð raksturin mettur til 995 milliónir krónur, tá avtornaði vísti roknskapurin, at raksturin kostaði 1 milliard og 57 milliónir. Tað vil siga 62 milliónir meira enn budgetterað varð við.

 

Fíggjarætlanin kemur til viðgerðar í býráðnum í kvøld.

 

Eisini dýrari at reka

Samstundis sum inntøkurnar økjast, so verður eisini dýrari at reka høvuðsstaðin næsta ár. Sambært uppskotinum um fíggjarætlan hækka rakstarútreiðslurnar umleið  54 milliónir krónur næsta ár - tað eru 4,9 prosent meira enn í fíggjarætlanina fyri í ár.

Raksturin er mettur at kosta 1,14 milliardir krónur næsta ár. Og tá rentur og avdráttir av lánum eru goldin, eru 263 milliónir krónur eftir til skattafíggjaðar iløgur.

Útgangsstøðið fyri roknistykkinum og fíggjarætlanini fyri 2026 er tað sama sum í ár - óbroytt kommunuskattaprosent, 19, og óbroyttur barnafrádráttur, 9.000 krónur.

1. viðgerð av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu verður á býráðsfundi í kvøld. Fíggjarætlanin skal hava tvær viðgerðir, og hon skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Mikudag 17. desember
Góðan morgun Føroyar
201642
Mikudag 17. desember
Kvinnan og prædikan
201622
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552