Pólland: Noreg fær óbeinleiðis inntøkur av krígnum í Ukraina

Pólland: Noreg fær óbeinleiðis inntøkur av krígnum í Ukraina
Pólski forsætisráðharrin heldur, at Noreg eigur at lata Ukraina burtur av sínum oljuinntøkum
Pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, sigur, at Noreg fær óbeinleiðis oljuinntøkur av krígnum í Ukraina, men hesum vísa norskir myndugleikar aftur.
Mynd: NRK/NTB  
 
22.05.2022 - 16:12

Pólski forsætisráðharrin, Meteusz Morawiecki, heldur, at Noreg óbeinleiðis fær ovurhonds stórar oljuinntøkur av krígnum í Ukraina.

Forsætisráðharrin segði á einum ungdómstingi í Póllandi í gjár, at inntøkurnar hjá Noregi av olju og gassi fara upp um 100 milliónir evrur í ár, og Morawiecki mælir til, at Noreg letur øðrum burturav.

Pólski forsætisráðharrin sigur, at Noreg hevur ikki ábyrgdina av krígnum í Ukaina, men oljuvinnan fær stóran fyrimun av tí.

1750 mia. kr. í inntøku

Morawiecki sigur, at Pólland hevur ikki brúk fyri at fáa burtur av avlopinum, sum Noreg fær av oljuvinnuni, men tað hevur Ukraina, sum er meinast rakt av krígnum.

Norski miðilin, Dagens Næringsliv, skrivaði fyrr í ár, at inntøkurnar av olju og gassi í ár verða 1750 milliardir norskar krónur, ella seks ferðir størri enn væntað.

Norskir myndugleikar vísa tí, sum pólski forsætisráðharrin hevur sagt, aftur.

 

Fer í Oljugrunnin

Eivind Vad Peterson, varauttanríkisráðharri, sigur, at olju- og gassinntøkurnar fara mestsum allar í Oljugrunnin.

- Hóast inntøkurnar eru vaksnar av krígnum í Ukraina, er virðið í Oljugrunninum minkað 550 milliardir krónur, m.a. tí at partabrøvini eru minkað í virði, sigur hann. 

- Búskapurin í landinum og norski brúkarin er eisini raktur, tí bensinprísurin og elprísurin eru so nógv hækkaðir. Men Noreg hevur latið Ukraina nógva fíggjarliga hjálp, og landið fer at lata uppaftur meira, sigur Eivind Vad Peterson við NRK. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604