Lívlangt fongsul fyri krígsbrotsverk í Ukraina

Lívlangt fongsul fyri krígsbrotsverk í Ukraina
Russiski hermaðurin er dømdur fyri at hava skotið ein óvápnaðan mann í Ukraina
21 ára gamli russiski hermaðurin, Vadim Shishimarin, er dømdur lívlanga fongsulsrevsing.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.05.2022 - 14:09

Ein russiskur hermaður hevur fingið lívlangan fongsulsdóm fyri krígsbrotsverk í Ukraina. 

Tað hevur ein dómstólur í ukrainska høvuðsstaðnum, Ktuv, fyrrapartin gjørt av, skrivar Reuters. 

Hetta er fyrsti dómur, sum er sagdur, síðan russisku innrásina í Ukraina 24. februar. 

Hermaðurin er dømdur fyri at hava skotið ein óvápnaðan 62 ára gamlan mann. Hann viðgekk seg sekan í rættinum.

Sambært ukrainskum myndugleikum, eru 10.000 mál um møgulig krígsbrotsverk. 

Í morgin eru tríggir mánaðir, síðan russar gjørdu innrás í Ukraina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815