Nógv nýggj met í Reykjavík

Nógv nýggj met í Reykjavík
Føroysku íðkararnir, sum kappast í Stórmót IR 2023 í Reykjavík, hava sett ikki færri enn átta føroysk innandura-met í frælsum ítrótti
Jónas Isaksen úr Bragdinum hevur sett ikki færri enn trý nýggj føroysk met
 
22.01.2023 - 20:20

Átta nýggj innandura-met hava føroysku íðkararnir, sum eru við í kappingini, Stórmót IR 2023, sett um vikuskiftið.

Talan er um innandurakapping í Reykjavík.

Leygardagin settu føroysku íðkararnir ikki færri enn fimm met. Í longdarlopi leyp Eiri J. Glerfoss 7,29 metrar og Elisabeth Holm Simonsen 5,40 metrar. Jónas Isaksen rann 60 metrar upp á 7,07 sekund, meðan Elisabeth Holm Simonsen rann sama tein við tíðini 8,07 sekund. Á 400 metra teininum setti Jónas Isaksen nýtt met við tíðini 49,49 sekund.

Í dag eru trý nýggj føroysk met sett. Á 200 metra teininum rann Jónas Isaksen 22,31 sekund. Arina Ludvig leyp 10,60 metrar í trístøkki og Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar leyp 1,60 metrar í hæddarlopi.

Umframt føroysku metini settu íðkararnir eisini fleiri persónlig met og bólkamet.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846