Ætla at reisa misálit á íslendskan ráðharra

Ætla at reisa misálit á íslendskan ráðharra
Politiskt rok er í Íslandi, tí Altingsins umboðsmaður hevur sagt, at Svandís Svavarsdótt­ir, ráðharri, hevði ikki lógarheimild til at steðga hvalaveiðuni í fjør summar
Miðflokkurin í Íslandi hevur hótt við at reisa misálit á Svandis Svavarsdóttur, ráðharra, fyri handfaringina av málinum um stórhvalaveiðuna.
 
09.01.2024 - 09:15

Miðflokk­ur­in í Íslandi hevur boðað frá, at hann kemur við uppskoti um misálit á Svandís Svavars­dótt­ur, ráðharra, tá altingið kemur saman aftur 22.januar.

Tað sigur formaður floksins, Sig­mund­ur Davíð Gunn­laugs­son, við Morgunblaðið.

Politiskt rok er í Íslandi, tí Altingsins umboðsmaður hevur sagt, at Svandís Svavarsdótt­ir, ráðharri, hevði ikki lógarheimild til at steðga hvalaveiðuni í fjør summar.

Hvalaveiðan var steðgað dagin fyri, hon skuldi byrja.

Eingin veiða var í slakan hálvan triðja mánað.

Hendir einki fyri 22.januar, kemur Miðflokkurin við uppskoti um misálit, sigur Sig­mund­ur Davíð Gunn­laugs­son.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018