Stjólu 30 milliónir dollarar í reiðum peningi

Stjólu 30 milliónir dollarar í reiðum peningi
Eingi tekin eru um innbrot á loftinum, og tað er ógreitt, hvussu tjóvarnir sluppu uttan um ávaringarskipanina
Teirz 30 milliónir dollararnir svara til 200 milliónir krónur í okkara peningi
Mynd: Shutterstock.com  
 
04.04.2024 - 14:26

Størsta rán í søguni var sunnukvøldið í Los Angeles, har tjóvar skulu hava stolið 30 milliónir dollarar í reiðum peningi úr eini peningagoymslu. 

Tað svarar til meira enn 200 milliónir krónur.

Tjóvarnir sluppu inn í bygningin gjøgnum tekjuna, siga lokalir myndugleikar.

Eingi tekin eru um innbrot á loftinum, og tað er ógreitt, hvussu tjóvarnir sluppu uttan um ávaringarskipanina. 

Eingin visti um ránið fyrr enn mánadagin.

Løgreglan og FBI kanna málið, men eingin er handtikin fyri innbrotið enn.

- Goymslan fyri reiðan pening er í Sylmar-økinum í San Fernando-dalinum, og verður brúkt til at goyma reiðan pening hjá fyritøkum í økinum, sigur Elaine Morales, løgregluovasti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846