Ongar dronuleivdir funnar við Zaporizjzja kjarnorkuverkið í Ukraina

Ongar dronuleivdir funnar við Zaporizjzja kjarnorkuverkið í Ukraina
Altjóða kjarnorkustovnurin, IAEA, hevur í gjár kannað kjarnorkuverkið í býnum Zaporizjzja í gjár, og ongar leivdir av dronum eru funnar
Zaporizjzja kjarnorkuverkið í Ukraina
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
13.08.2024 - 08:58

"Ongar dronuleivdir eru funnar við Zaporizjzja kjarnorkuverkið í Ukraina."

Tað sigur altjóða kjarnorkustovnurin, IAEA, sum kannaði verkið í gjár, sambært DR.

Sunnudagin var eldur í einum kølitorni í kjarnorkuverkinum, Zaporizjzja, sum liggur har suðuri í Ukraina.

Russar hava ræðið á kjarnorkuverkinum, tí Russland hevur hersett økið, har kjarnorkuverkið er.

 

Avmarkað atgongd

Sambært russum var tað eitt ukrainskt dronuálop, sum var atvoldin til eldin.

Ukrainar siga, at tað eru russar, sum hava sett eld í kølitornið.

Av trygdarávum fekk kanningarfólkið hjá kjarnorkustovninum bara avmarkaða atgongd til kølitornið, og fær ikki sagt enn, hvat orsøkin er til eldin.

Zaporizjzja er størsta kjarnorkuverk í Evropa, og russar hava havt ræðið á kjarnorkuverkinum síðani 2022.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846