Borðtennistalent gull í danskari A-kapping

Borðtennistalent gull í danskari A-kapping
Rasmus Teitsson í Skorini vann gull í danskari A-borðtenniskapping, tá føroyingar kappaðust í Spar Nord Cup í Roskilde um vikuskiftið
Rasmus Teitsson í Skorini stóð seg avbera væl í Spar Nord Cup í Roskilde um vikuskiftið
Mynd: Borðtennissamband Føroya  
 
03.02.2025 - 17:00

Bert 12 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini var sera vælupplagdur, tá hann vann gull í danska A-borðtenniskapping í Roskilde um vikuskiftið.

Hann var ikki til at steðga, skrivar btsf.fo, og vann 17 av teimum fyrstu 17 dystunum ímóti fleiri av stinnastu donsku spælarunum í U13-aldursbólkinum. 

Góða spælið gav honum gull í "yngre drenge A" og "herre junior C" og bronsu í "Drenge B". Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at ein føroyingur hevur megnað at vunnið gull í einari danskari A-kapping og bara aðruferð yvirhøvur, skrivar Borðtennissambandið.

Elsa Kathrina Gisladóttir vann gull í "dame ungdom B". Bogi Gardar Bringsberg, Hadassa S. Christiansen, Jósva F. Højgaard og Suni á Lava vóru eisini við í Spar Nord Cup í Roskilde.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846