Helgi L. Petersen: NSÍ tekur stórt stig rætta vegin

Helgi L. Petersen: NSÍ tekur stórt stig rætta vegin
Við Brandi H. Olsen og øðrum tekur NSÍ eitt stórt stig rætta vegin, og fer at bjóða av í dystinum um heiðursmerki í bestu fótbóltsdeildini við monnum, heldur viðmerkjari
04.03.2025 - 12:23

NSÍ fótaði sær aftur í fjør eftir eitt ár í næstbestu deildini, og nú er felagið til reiðar at taka enn eitt fet uppeftir. 

Tað segði Helgi L. Petersen í 3-2 mánakvøldið.

NSÍ hevur styrkt seg á fleiri plássum. Millum annað eru Jann Benjaminsen og Michal Przybylski komnir, men størsta navnið er uttan iva landsliðsmiðvallarin Brandur Hendriksson Olsen, sum er komin aftur til Føroya eftir 15 ára fótbóltsútlegd.

 - Tað er ein fongur. Tað er kanska ein av teimum allarbestu fótbóltsspælarunum, sum eisini ger nakað við venjingarumhvørvið og fatanina av, hvar tú kanst spæla við, segði Helgi L. Petersen.

 - Tað er eitt týðiligt tekin um, hvønn veg mann ætlar sær. Eftir at hava verið í næstbestu deildini og vent, fótaði mann sær í fjør, og so var spurningurin, hvat hendir næst. Tey flestu væntaðu, at mann ætlaði at taka eitt stig rætta vegin, og hetta bleiv so eitt stórt stig. Hvør veit, um hetta kanska bleiv tvey stig í einum, men tað fáa vit at síggja, segði Halgi L. Petersen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532