Sera javnt millum tey fremstu í Vágum

Sera javnt millum tey fremstu í Vágum
Munurin frá nummar eitt til nummar seks besta bólkinum í tvíspor var einans 68 hundraðpartar av einum sekundi
Mynd: Hannah Hansen/Ríðisamband Føroya  
 
15.06.2025 - 13:38

Stórur spenningur var í besta bólkinum í tvíspor, tá kappríðingarárið byrjaði á vøllinum hjá Vága Ríðingarfelag leygardagin.

Bert tríggir hundraðpartar av einum sekundi vóru á muni millum vinnaran Silfá við Ásu Bárðardóttir á baki og Braga og Alberg Lútzen, sum endaðu nummar tvey, skrivar Ríðisamband Føroya. 

Silfá kom á mál við tíðini 18,15 sek, meðan Bragi fekk tíðina 18,18 sek. Á triðja plássið endaði Svanna við Barbaru Carlsen við tíðini 18,23. Talsamans vóru einans 68 hundraðpartar av einum sekundi millum nummar eitt og nummar seks.

Tvíspor 2 flokk vann Marengo og Barbara Carlsen, nummar tvey var Tindur við Barbaru R. Mouritzen og nummar trý Litbrá og Elisabeth Niclasen. Tvíspor ung vann Thor við Sólrun Lútzen, nummar tvey var Kiljan og Simona Tornby og nummar trý Orka og Eyðdis Halsdóttir.

Trav vann Dropi og Lív Djurhuus, nummar tvey var Gígur og Simona Tornby og nummar trý var Gletta og Marner Joensen. Skeiðkappingina vann Stígur við Randarsól Heinesen í saðlinum, nummar tvey var Brúni og Jóannes Debes og nummar trý Vørður og Sólja Jógvansdóttir. Tølti vann Brynjar og Regin Johannessen, nummar tvey var Tango og Geir Wardum og nummar trý Strákur og Bárður Johannessen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846