Trump sendir Witkoff til Russlands

Trump sendir Witkoff til Russlands
Fríggjadagin er evstamarkið hjá amerikanska forsetanum fyri, at Russland játtar at koma aftur til samráðingarborðið
Steve Witkoff er serligur sendimaður hjá Donald Trump, forseta.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.08.2025 - 15:49

Donald Trump, forseti, sendir nú serliga sendimann sín, Steve Witkoff, til Russlands.

Ætlanin er at fáa Russland at nærkast eini vápnahvíld við Ukraina.

Amerikanar hótta við at seta fleiri handilstiltøk í verk, um Russland ikki semist við Ukraina um vápnahvíld.

Trump tóktist vera ónøgdur við Zelenskyj, forseta í Ukraina, fyrr í ár, men hann er mestsum hálsaður um, eftir at tað ikki er eydnast at tosa seg til rættis við Putin. 

Fríggjadagin er evstamarkið hjá amerikanska forsetanum fyri, at Russland játtar at koma aftur til samráðingarborðið. Annars verða fleiri tiltøk sett í verk. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846