Jacob Vestergaard: Landsstýrismaðurin átti at kunnað Fíggjarmálaráðið

Jacob Vestergaard: Landsstýrismaðurin átti at kunnað Fíggjarmálaráðið
Tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum fer nú at hugsa um, hvat næsta stigið verður, kanska saman við flokkinum
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.10.2025 - 13:02

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, finst hvassliga at landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen, fyri ikki fyrr at hava kunnað Fíggjarmálaráðið um væntandi niðurskurðin í makrel- og svartkjaftakvotuni næsta ár.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fekk boð um, at "stórur niðurskurður" kundi væntast í tilmælinum fyri bæði makrel- og svartkjaftastovnin 19. september.

 

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

 

Tað er greitt í svari frá Jóhan Christiansen upp á grein 52a fyrispurning frá Jacobi Vestergaard.

- Eg fari at hugsa um, hvat eg skal at gera nú, kanska saman við flokkinum, sigur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin:

 

17102025_Jacob_1


 

Tingmaðurin fyri Fólkaflokkin er púra avgjørdur, at boðini, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fekk 19. september, eiga at vera tikin við, tá fíggjarlógin varð viðgjørd í løgtinginum 30. september:

 

17202025_Jacob_2

 

Sí innslag í Degi og viku um málið og samrøðu við Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismann, sum var gestur í sjónvarpsstovuni:

 

ICES_TOBBI


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373