Átta ár í fongsul

Átta ár í fongsul
18 ára gamli Jógvan Nysted Gardar skal átta ár í fongsul. Dómur er fallin seinnapartin
 
09.05.2014 - 15:31

Nevningartingið avgjørdi skuldarspurningin í gjár og í dag klokkan 15 fall so dómurin móti 18 ára gamla manninum, sum seinasta árið hevur sitið varðhaldsfongslaður ákærdur fyri drápsroynd móti fýra fólkum í fjør. Jógvan Nysted Gardar skal átta ár í fongsul. Dómurin er treytaleysur. Ákæruvaldið kravdi annars tíggju ára fongsul, meðan verjin hjá ákærda helt at fimm ár handan rimar mátti vera ríkiliga ógvuslig revsing.18 ára gamli maðurin var í gjár funnin sekur av einum nevningatingið í einari drápsroynd og í trimum førum sekur í ógvusligum harðskapi móti trimum øðrum. Hann var eisini funnin sekur í fleiri smærri lógarbrotum. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329