Bumbumaðurin dømdur til deyða

Bumbumaðurin dømdur til deyða
21 ár gamli Dzokhar Tsarnaev hevur viðgingið, at hann saman við bróðurinum skipaði fyri atsóknini í Boston í 2013
 
25.06.2015 - 09:02

Boston-bumbumaðurin, 21 ára gamli Dzokhar Tsarnaev, er dømdur til deyða fyri atsóknina at Boston-maratonrenningini í 2013. Fleiri fólk lótu lív, og uppaftur fleiri vórðu særd.

Á rættarfundinum í gjár, viðgekk tann 21 ára gamli maðurin, at tað var hann sum saman við bróðurinum ið skipaði fyri atsóknini. Tað gjørdi hann, eftir at fleiri av teimum sum vórðu skadd í atsóknini høvdu fingið orðið í rættinum.

Hann segði seg vera keddan av tí, sum hendi.

Í fyrstuni við segði hann seg vera ósekan í ákæruni um yvirgang, og hann greiddi frá, at tað var eldri bróðurin, sum skipaði fyri atsóknini. Eldri bróðurin, 26 ára gamli, Tamerlan Tsarnaev, læt lív í einum samanbresti við løgregluna eftir bumbuatsóknina.

Ungu menninir vóru ættaðir úr Kekenia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207