Verji: Talan er um »misfatan«

Verji: Talan er um »misfatan«
Talan er um eina »misfatan« av tí, ið er farið fram. Tað sigur verjin hjá kommunulæknanum, ið til samans 17 kvinnur hava meldað fyri kynsligan ágang
Málið móti einum kommunulækna, sum 17 kvinnur hava meldað fyri kynsligan ágang, kemur helst ikki fyri í rættinum fyrr enn í heyst. Talan er um eina »misfatan,« sigur verjin hjá kommunulæknanum
 
06.04.2016 - 14:59

- Eingin er dømdur upp á forhond. Tað sigur Bjørn á Heygum, verji hjá kommunulæknanum, sum er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti kvinnum, ið vóru til viðtalu hjá honum

Verjin sigur, at kommunulæknin metir seg vera fullkomiliga ósekan í ákærunum. Bjørn á Heygum sigur, at kommunulæknin sigur, at talan má verða um misfatan av tí, sum hann hevur gjørt.

Vil ikki gera samrøðu

- Hann hevur ikki gjørt seg kynsliga inn á kvinnurnar, sigur Bjørn á Heygum, verji, í stuttari viðmerking. Hann vil ikki gera samrøðu um málið.

Politiið hevur fingið fýra fráboðanir afturat um kommunulæknan, sum er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti kvinnum, ið vóru til viðtalu hjá honum.

Til samans hava nú 17 kvinnur meldað læknan. Ákæruvaldið skrivar í løtuni ákæruritið móti kommunulæknanum í sambandi við 13 fráboðanir.

Ákæri: Skilabest at savna málini

Við teimum fráboðanum, sum nú eru komnar afturat, verður hildið, at skilabest er at viðgera allar fráboðanirnar í senn og ikki sum hvør sítt mál, sigur Linda Hesselberg, ákæri.

Kommunulæknin er skuldsettur fyri at hava brotið fyriskipanina um virksemið hjá læknum, og fyri at bróta revsilógina. Hann er skuldsettur fyri annað kynsligt samband enn samlegu og fyri blygdanarskemd.

Bjørn á Heygum, verji, leggur dent á, at eingin er dømdur upp á forhond. Og talið av fráboðanum sigur heldur einki um, um maðurin hevur brotið lógina. Læknin noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum.

Leingi áðrenn málið kemur fyri rættinum

Málið kom fram í fjølmiðlunum í juni 2014. Í september sama ár varð hann fyribils loystur úr starvinum sum kommunulækni. Tað vil siga, at málið hevur verið í umbúnað í skjótt tvey ár.

Linda Hesselberg, ákæri, segði í útvarpstíðindunum týskvøldið, at hetta er eitt heilt serligt mál. 

Ákæruritið verður klárt í fyrsta lagi í juni. Málið kemur helst ikki fyri í Føroya rætti fyrr enn í heyst, metir ákærin, Linda Hesselberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981