- Tíðindi, mentan og ítróttur

Badminton
Badminton stóð seg væl á Guernsey fyri tveimum árum síðan, og aftur hesa ferð eru vónirnar góðar. Hópurin er settur saman við sterkum spælarum - yngri og eldri - sum eru væl fyri í løtuni.
Hópurin Magnus Dal-Christiansen Rúni Øster Jónas Djurhuus Asbjørn Olsen Christian Berg Petersen Sanna Thorkildshøj Mia Thorkildshøj Ranja Joensen Miriam í Grótinum Bjarnhild í Buð Justinussen
Frælsur Ítróttur
Frælsur ítróttur fór við nógvum av yvirskriftunum fyri tveimum árum síðan, tá skjótu menninir, Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss vunnu 100, 200 og 400 metur renning. Hesa ferð eru góðar vónir eisini til kvinnurnar og langteinarennararnir hjá monnum.
Hópurin Andreas Bjarnastein Antoft Dánjal Dahl Ljósheim Elisabet Holm Simonsen Jónas Gunnleivsson Isaksen Julian Gregersen Margit Weihe Fríðmundsdóttir Maria Biskopstø Neli Heldarskarð Oddvør Josephsen Rebekka Fuglø Poulsen Rógvi Kárason Rutt Hjelm Gregersen Sunniva Bogadóttir Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar Tórur Mortensen Tummas Petur Sjóvará
Súkkling
Súkkling hevur havt ilt við at vinna oyggjaleikaheiðursmerki síðstu leikirnar. Kappingin frá bretsku oyggjunum er vanliga sera hørð, men føroyingarnir undir leiðslu av fyrrverandi stórsúkklaranum, Torkili Veihe, fara undir uppgávuna við góðum treysti.
Hópurin Helgi Winther Olsen Hilmar Hansen Pauli Poulsen Niklas Hallgren Niclassen Súsannav Skylv
Triathlon
Ein av minniligu oyggjaleikaløtunum síðstu árini var, tá Súsanna Skylv vann gull fyrsta morgunin í Gibraltar í 2019. Hon er ikki við hesa ferð, men Magni Hansen og Bergtór Torsteinsson fara at kappast í svimjing, súkkling og renning.
Hópurin Magni Hansen Bergtór Torsteinsson
|
|
|
Fimleikur
Fimleikur hevur verið ódrúgvur í oyggjaleikahøpið síðstu nógvu árini, men tá ítrótturin hevur verið við, hava Føroyar vanliga staðið seg væl. Vónirnar eru eisini góðar hesa ferð, og føroyski hópurin ætlar sær at vinna nógv heiðursmerki.
Hópurin Anna Sofía Højsted Maite Lív Neves Ellendersen Marin Danielsen Mia Højgaard Oddvør Alberta Kimsdóttir Ronja Johannesen Ari Poulsen Bjarki í Jákupstovu Bjarki Johannesen Bjarti Skylv Hansen Rókur Sumberg Vestergaard Torleivur Christiansen
Svimjing
Ættarliðsskiftið í føroyskari svimjing, sum byrjaði við koronufarsóttini, er avgreitt, og fleiri ungir svimjarar eru á veg fram við fullari ferð. Lea Osberg Højsted, Líggjas Joensen og Isak Brisenfeldt teljast millum tey yngstu og skjótastu, men t.d. Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal E. Eidesgaard eru eisini væl fyri.
Hópurin Alisa Vestergård, SuSvim Bjarta í Lágabø, SuSvim Elisabeth Erlendsdóttir Jóhanna Ólavsdóttir Jonna Joensen Lea Osberg Højsted Bartal E. Eidesgaard Heini Mohr Askham Isak Brisenfeldt Jón Hofgaard Líggjas Joensen Silas Dam Lindberg
Bogaskjóting
Bogaskjóting vinnur vanliga fleiri heiðursmerki á oyggjaleikum, og vónirnar eru ikki verri hesa ferð enn fyrr. Anja Eydnudóttir vann fimm gull á Gotlandi fyri átta árum síðan, og hon er við aftur fyri fyrstu ferð síðan 2017. Spennandi verður at síggja, hvussu hon er fyri.
Hópurin Anja Eydnudóttir Helena Skorastein við Misá Pernille Krogh Tóra Dinna Reynskor Barbara Krossteig Jóannes Poulsen Jógvan Niclasen Bogi Andreasen Nikkel Petersen Hans Petur Højgaard Bárður Magnusson
Golf
Fýra menn og tvær kvinnur manna føroyska golf-hópin, sum skal royna seg á Orknoyggjum. Føroyar hava ikki vunnið heiðursmerki í oyggjaleikahøpi higartil.
Hópurin Hans Pauli Henriksen Líggjas Jógvansson Óskar Eiríksson Emil Jakobsen Finngerð Sólbjørg Clark Mona Ziskason
|
|
|
Fleiri greinar
|
Ítróttur |
|
Annar ítróttur Gullvinnarin frá oyggjaleikunum í 2023, Jónas Isaksen, mátti lata sær lynda við eitt triðja plássið í 200 metra renning hjá monnum. |
|
Ítróttur Hann leyp 7.40 metrar, og tað tryggjaði Tóri Mortensen gullið í longdarlopi á Picky-leikvøllunum. Men hann var ikki heilt nøgdur eftir kappingina. |
|
Annar ítróttur Føroyska badmintonliðið er í fýra finalum fríggjadagin. Føroyar verða umboðaðar í einmansleiki og tvímansleiki hjá kvinnum og monnum |
|
Annar ítróttur Í fimta lopi tryggjaði Tórur Mortensen sær gullið í longdarlopi, áðrenn hann meiddi sær fótliðið í sættu royndini. Hann væntar kortini, at gerast klárur til stafettirnar |
|
Ítróttur Boð vórðu send eftir løgregluni úr svimjihøllini undir finalunum týskvøldið. Eitt føroyskt fylgi varð burturvíst. Ein avgerð teir sjálvir halda vera púra burturvið. |
|
Annar ítróttur Nikkel Petersen vann compound-finaluna ímóti vinmanninum og liðfelaganum Jóannesi Poulsen í sonnum gýsara, har bert eitt stig var á muni |
|
Annar ítróttur Føroyar hava bert vunnið oyggjaleikirnar eina ferð síðan byrjanina í 1985, men góða støðan á medaljutalvuni í løtuni byrtir í vónirnar um, at til ber at vinna fyri aðru ferð |
|
Svimjing Føroysku svimjararnir fingu seks heiðursmerki í dag. Eitt av teimum var gullheiðursmerkið, sum Elisabeth Erlendsdóttir vann í 100 metur rygg |
|
Annar ítróttur Maria Biskopstø stórfegnaðist, tá hon rakk sínum málið um oyggjaleikagull við sannførandi sigri í 400 metur rimarenning í Kirkwall |
|
Svimjing Føroysku kvinnurnar svumu seg til eitt gullheiðursmerki í 4x50 blandað í dag. Tær settu samstundis nýtt landsliðsmet og Elisabeth Erlendsdóttir setti føroyskt met |
|
Annar ítróttur Jóannes Poulsen og Anja Eydnudóttir vunnu finaluna á Jersey í kappingini fyri blandað pør og tryggjaðu sær at góða gongdin hjá bogaskjóting helt fram |
|
Ítróttur Fjallasúkkling verður ikki lættari við árunum, sambært Helga Winther Olsen, sum kom væl frá byrjan í kappingini á oyggjaleikunum týsdagin. |
|
Svimjing Føroysku svimjararnir fingu seks heiðursmerki í dag. Eitt av teimum var gullheiðursmerkið, sum Elisabeth Erlendsdóttir svam heim í 100 metur rygg |
|
Annar ítróttur Jónas G. Isaksen og Oddvør Josephsen runnu seg í finalurnar í 200 metur renning, meðan Dánjal Dahl Ljósheim og Margit Weihe Fríðmundsdóttir vóru ov stutt |
|
Annar ítróttur Fimleikurin hevði frí týsdagin, men bogaskjóting, frælsur ítróttur og svimjing syrgdu fyri, at Føroyar varðveittu fremsta plássið á medaljutalvuni. Dánial Olsen tók myndirnar |
|
Annar ítróttur IIGA hevur havt aðalfund í Orknoyggjum fyrrapartin, har føroyskt umboð varð valt í nevndina. Eisini kunnaðu Føroyar um fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027 |
|
Annar ítróttur Anja Eydnudóttir fekk eitt ordans "comeback" á oyggjaleikum, tá hon knústi alla mótstøðu og vann gull í fyrstu royndini á Orknoyggjum |
|
Annar ítróttur Badmintonliðið mátti taka til takkar við silvurinum, tá drúgv finala ímóti Grønlandi endaði við tapi í tvímansleiki við monnum. - Hetta sokkar, staðfesti Rúni Øster |
|
Annar ítróttur Umframt gullið hjá Anju Eydnudóttir, vunnu bæði Nikkel Petersen og Hans Petur Højgaard einstaklingagull í bogaskjóting mánadagin. - Vit kundu ikki ynskt okkum meir |
|
Annar ítróttur Fyri tveimum árum síðan vann hann 400 metur renningina í Guernsey. Mánakvøldið endurtók hann bragdið á Picky-leikvøllinum í Orknoyggjum |
|
Fimleikur Fimleikurin gjørdi oyggjaleika-comeback við manér, tá føroysku menninir tryggjaðu sær heili fimm gullmedaljur í fyrstu kappingini |
|
Svimjing Føroyar vunnu átta heiðursmerki í finalunum í svimjing mánakvøldið. Tvey gull, trý silvur og trý bronsu. Tvey føroysk met vórðu eisini sett. |
|
Fimleikur Fimleikakvinnurnar hjá Føroyum gjørdu monnunum kynstri eftir, tá tær vunnu liðkappingina og løgdu fleiri einstaklingamedaljur afturat í set-serium |
|
Annar ítróttur Jónas G. Isaksen hevur havt skaðar at dragast við, men mándagin smakkaði hann aftur søta sigurin, tá hann vann 400 metur renningini á oyggjaleikum |


































