Jónas G. Isaksen er evropameistari í 400 metrar renning

Jónas G. Isaksen er evropameistari í 400 metrar renning
Føroyar hava ein evropameistara í renning, og hann eitur Jónas Gunnleivson Isaksen, sum júst hevur vunnið gull í 400 metrar renning til U20 EM í Jerusalem
Jónas Gunnleivson Isaksen júst sum hann er komin á mál og hevur funnið út av, at hann er evropameistari
 
09.08.2023 - 17:37

Sensatións-summarið í føroyskum ítrótti blívur við at geva. 

Nú hava Føroyar eisini fingið ein evropameistara í renning. 

17 ára gamli Jónas Gunnleivson Isaksen vann seinnapartin gull, tá ið hann vann finaluna í 400 metrar renning í U20-evropameistarakappingini í Jerusalem.

Tíðin var 45,86 sekund. Gamla mettíðin hjá Jónasi Gunnleivsyni Isaksen var 46.02, sum hann rann á Oyggjaleikunum herfyri, tá hann vann gull.

Hann hevur sostatt sett nýtt føroyskt met á teininum, men eisini danskt U20-met.

Tú kanst síggja flotta EM-sigurin hjá Jónasi Gunnleivsyni Isaksen her. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846