- Tíðindi, mentan og ítróttur

Lær føroyska hópin at kenna
Málverji
Aldur: 26
Hædd: 1.79
Felag: EH Aalborg (DEN)
Landsdystir og mál: 27
Málverjin er uppvaksin í H71, áðrenn hon fór til Haukar í Íslandi í 2021. Eitt ár seinni gekk leiðin til Nykøbing Falster í bestu donsku deildini, har hon hevði ilt við at koma á liðið. Hon skifti til Follo í Norra í 2023, áðrenn EH Aalborg vildi hava hana aftur til Danmark. Átti í september, men náddi at koma í HM-hópin.
Bakkur
Aldur: 22
Hædd: 1.73
Felag: Ajax Keypmannahavn (DEN)
Landsdystir og mál: 26 (26)
Enn ein spælari úr talentfabrikkini í Hoyvík sum nú umboðar Ajax Keypmannahavn í næstbestu donsku deildini. 22 ára gamli bakkurin er stinn í verjuspælinum, har hon fær mestu minuttirnar á landsliðnum, men verður brúkt á høgra bakki í álopinum viðhvørt.
Bakkur
Aldur: 27
Hædd: 1.76
Felag: BK Ydun (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (76)
Barnsburður gjørdi, at fyrrverandi kyndilsbakkurin Marianna Geirsdóttir Eystberg hevði steðg frá hondbólti, men nú spælir hon aftur fyri fult í danska 1. deildarfelagnum BK Ydun. Tað hevur givið henni kjansin í føroyska HM-hópinum.
Strika
Aldur: 23
Hædd: 1.73
Felag: Ajax København (DEN)
Landsdystir og mál: 11 (4)
Vár slapp ikki við til EM saman við tvíburðasystrini seinast, men hevur spælt seg í HM-hópin afturfyri. Umboðar eins og Lív B. Zachariasen Ajax København í næstbestu donsku deildini.
Bakkur
Aldur: 24
Hædd: 1.77
Felag: HØJ Ølstykke (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (20)
Marita Mortensen er einasti bakkurin í føroyska hópinum, sum hevur skot úti frá sum sítt fremsta álopsvápn. Upprunaliga úr H71, men spælir nú í bestu donsku deildini við HØJ, og er gott alternativ til gjøgnumbrotssterku bakspælararnir.
Strika
Aldur: 32
Hædd: 1.69
Felag: Kyndil (FAR)
Landsdystir og mál: 46 (40)
32 ára gamli strikuspælarin úr Kyndli er aldursforseti á føroyska liðnum, og telist eisini millum tær við flest landsdystum. Hevur spælt stóran part av sínum hondbóltslívi á strikuni hjá Kyndli, men hevur eisini roynt seg í Aalborg HK og Vendsyssel í Danmark. HM verður seinasta endaspælið hjá henni.
Vinstri vongur
Aldur: 22
Hædd: 1.67
Felag: Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (34)
Spælarin úr Olsen-familjuni í Vestmanna hevur spælt í VÍF fyri tað mesta. Er vongur, men hevur eisini roynt seg í bakketuni. Fylgdi pápa sínum, Inga Olsen, til H71 í 2021/22, men eftir meistaraár og spennandi evropeiskt ævintýr, fór hon aftur til VÍF. Umboðar nú danska felagið Ejstrup/Hærvejen.
Bakkur
Aldur: 25
Hædd: 1.67
Felag: Skanderborg Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 39 (90)
Er uppvaksin í Kyndli, men síðstu árini hevur hon roynt seg í Danmark. Fyrst í Aalborg, og síðan í Ajax København. Tá høvuðsstaðarfelagið flutti niður, skifti bakspælarin til Skanderborg Håndbold. Hevur eyðsýndar dygdir í gjøgnumbrotsspælinum, og tykist vera komin yvir fótliðsskaðan, sum hevur darva í nærum eitt ár.
Málverji
Aldur: 18
Hædd: 1.76
Felag: Kyndil (FAR)
Landsdystir og mál: 2 (0)
Yngsti spælarin í føroyska hópinum. Málverjin, sum vanliga stendur millum stengurnar hjá Kyndli, gjørdi vart við seg til U19-landsliðnum til EM-endaspælið í summar, og trokaði seg upp í hópin, har hon ivaleyst er at rokna sum triðja val.
Bakkur
Aldur> 23
Hædd: 1.77
Felag: Ajax Keypmannahavn (DEN)
Landsdystir og mál: 18 (9)
Bakkurin úr Hoyvík spælir mest í verjuni, har hon saman við tvíburðasystur síni, Vár, stóð sum ein múrur í H71 í nøkur ár. Spælir nú í Ajax København, og fær størri leiklut á føroyska liðnum, sum setir nýggja verju saman, nú ongin Brynja Høj er við longur.
Strika
Aldur: 28
Hædd: 1.85
Felag: Storhamar (NOR)
Landsdystir og mál: 50 (103)
Liðskiparin á strikuni hevur búð og spælt hondbólt í Danmark alt sítt lív, men føroysku røturnar gjørdu, at hon fekk sín fyrsta dyst fyri Føroyar í 2016, og síðan hevur hon verið føst fús í hvítum. Hevur umboða Vendsyssel, Randers og København Håndbold, men er nú í norska felagnum Storhamar, har hon m.a. spælir Champions League-hondbólt.
Bakkur
Aldur: 21
Hædd: 1.76
Felag: HH Elite (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (57)
Ein av nýggju týpunum á føroyska landsliðnum. Bakspælarin hevur gott eyga fyri spælinum, kann bróta ígjøgnum sjálv og skjýtur eisini útifrá viðhvørt. Stýrdi neistaálopinum áðrenn hon fór til HH Elite í Danmark, har hon hevur tikið seg nógv fram síðstu árini.
Høgri vongur
Aldur: 23
Hædd: 1,73
Felag: VÍF (FAR)
Landsdystir og mál: 35 (70)
Høgri vongurin hevur fingið hondbóltin inn við móðurmjólkini í VÍF, men fór niður til Herning-Ikast sum blaðung. Spældi seinni í Ajax København, TMS Ringsted, EH Aalborg, men kom heim til VÍF at hvessa sær HM-formin.
Høgri vongur
Aldur: 20
Hædd: 1.68
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 8 (10)
Yngra Egholm-systurin taldist millum áskoðararnar, tá Føroyar royndi seg í EM fyri einum ári síðan. Hevur síðan trokað seg inn á vinstra vong við góðum avrikum í H71.
Vinstri vongur
Aldur: 20
Hædd: 1,66
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 14 (38)
20 ára gamli vinstri vongurin telist millum yngstu spælararnar í lutfalsliga unga føroyska hópinum. Hevur higartil bert umboðað H71, har hon ígjøgnum ungdómsárini eisini hevur spælt sum spælskipari.
Bakkur
Aldur: 25
Hædd: 1,78
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 25 (57)
Spælskiparin hjá H71 taldist í nógv ár millum bestu spælararnar í føroysku deildini, men gavst eitt skifti, tá hon fór niður í lestrarørindum. Hevur síðan tikið hondbóltin uppaftur, men tað tók tíð at spæla seg innaftur á landsliðið. Er ein klassiskur spælskipari, sum m.a. kann fáa ein leiklut í sjey ímóti seks-álopsspælinum.
Bakkur
Aldur: 21
Hædd: 1,72
Felag: Viborg HK (DEN)
Landsdystir og mál: 29 (135)
Nummar 77 er stóra stjørnan og flaggberin fyri nýggja ættarliðið hjá føroysku hondbóltskvinnunum. Bakspælarin er kvik og gjøgnumbrotssterk og skal bera tyngstu byrðuna í føroyska álopinum. Er uppvaksin í H71, men skifti til Viborg HK í bestu donsku deildini, har hon telist millum stóru profilarnar.
Málverji
Aldur: 21
Hædd: 1,76
Felag: Ringkøbing Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 29 (2)
Rakul Wardum spældi við Kyndli, áðrenn leiðin tíðliga gekk til Skanderborg í Danmark. Í 2022 fór málverjin víðari til Ajax København, sum flutti niður í næstbestu deildina. Rakul Wardum spælir í nú við Ringkøbing. Er í løtuni at rokna sum fyrsta val hjá Føroyum
Fleiri greinar
|
Hondbóltur Westfalenhalle við plássi fyri 15.000 fólkum verður karmur um fyrsta dystin hjá Føroyum í miðumfarinum, har Týskland tekur ímóti á heimavølli |
|
Hondbóltur Føroyski liðskiparin er í topp-10 á toppskjúttaralistanum, nú miðumfarið byrjar við stórdysti ímóti týsku vertunum í Westfalenhalle |
|
Hondbóltur Dysturin ímóti Paraguai var ikki meir enn vunnin, tá venjaratoymið fór í gongd við at hyggja nærri at Týsklandi. Sjálvt í bussinum varð leitað eftir týskum veikleikum |
|
Hondbóltur Fysioterapeuturin á føroyska kvinnulandsliðnum, Beinta Bendix Laursen, hevur sítt at síggja til í HM-endaspælinum. Stutt er millum dystirnar og tað gevur eymar vøddar og liðir |
|
Hondbóltur Í morgin bresta Føroyar saman við Týsklandi frammanfyri 15.000 áskoðarum í Dortmund. - Tað verður ein uppliving, vit helst aldri fara at gloyma, sigur Maria P. Nólsoy |
|
Hondbóltur Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í trygga sigrinum á Paraguai og gevur stjørnur frá einari til fimm |
|
Hondbóltur Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe var ein av teimum, sum fekk kjansin og tók av, tá fyrsta ketan varð spard í sigrinum á Paraguai í dag. - Tað var ordiliga deiligt, segði hon |
|
Hondbóltur Lív S. Poulsen misnýtti allar sínar fýra kjansir ímóti Spania, men vent var í holuni í sigrinum á Paraguai. Serliga gjørdi hon vart við seg fyrstu løtuna við fýra málum |
|
Hondbóltur Tað er "sjúkt" at spæla seg í miðumfarið við tveimum stigum í sekkinum, helt roynda strikan, Bjarta O. Johansen, sum nú hevur spælt 50 landsdystir fyri Føroyar |
|
Hondbóltur Claus Mogensen fekk dystin hann ynskti sær ímóti Paraguai og kjansin at hvíla m.a. Janu Mittún og Pernille Brandenborg, meðan fleiri aðrar fingu virðismikla spælitíð |
|
Hondbóltur Í dystinum móti Spania var eiðasørt hjá Lív Poulsen. Lív hevur tikið annað skin um bak og hevur verið næstan Frøkun 100 prosent móti Paraguai. 16-13 til Føroyar í hálvleikinum |
|
Hondbóltur Føroyar skulu antin vinna ella fáa javnleik móti Paraguai, fyri at vera vísar í at sleppa til Dortmund at spæla millumspælið. "Confused you won't be after this article" |
|
Hondbóltur Martin Schuarmann velur føroyska landsliðið fram um Týskland, hóast hann er týskari |
|
Hondbóltur Spenningurin helt sær til síðstu sekundini, tá føroysku hondbóltskvinnurnar feldu Spania í Trier. Bjarnheðin í Hoyvík gjørdi hendan frálíka samandráttin av søguligu HM-løtuni |
|
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu vinna ella spæla javnt, fyri at vera vísar í at koma víðari í HM-millumumfarið. Á Liveblogginum kanst tú eisini fylgja við dystinum |
|
Hondbóltur Elsa Egholm var væl nøgd við leiklutin, sum hon hevði í sigrinum á Spania við tveimum málum avgerandi løtuna og lovar, at tær "koma út sum svakar" ímóti Paraguai sunnudagin |
|
Geir Wardum trokar seg upp í poddvarpið hjá Sjúrði hesa ferð, og teir hyggja bæði aftur og fram. Eisini hoyra vit Janu Míttun, Lív Zachariasen, Rakul Wardum og Súnu K. Hansen |
|
Hondbóltur Tað var torført hjá Janu Mittún at sovna eftir stóra HM-sigurin á Spania í gjár: - Eg og Elsa sótu og hugdu at Vild med dans-finaluni út á náttina, sigur kviki bakspælarin |
|
Hondbóltur Føroyar kunnu spæla seg víðari við tveimum, einum og enntá ongum stigi, um aðrar treytir verða uppfyltar, men Mark Lausen-Marcher sigur, at kvinnurnar vilja vinna á Paraguai |
|
Hondbóltur Tað vóru ikki so nógv orðini, ið søgdu søguna um søguliga sigurin á Spania. Hinvegin vóru tað gleðistárini, ið trillaðu í Trier aftaná, ið søgdu alt |
|
Hondbóltur Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í søguliga sigrinum á Spania og gevur stjørnur frá einari til fimm |
|
Hondbóltur Súna Krossteig Hansen var rørd eftir stóra sigurin á Spania í Trier. - Vit hava kempa leingi fyri at koma her til, og eg eri bara ræðuliga stolt av okkara avriki, segði hon |
|
Hondbóltur - Ger nú bara tað, sum tú veitst, at tú dugir. Hesin setningurin rungaði í høvdinum hjá Rakul Wardum, sum fann seg sjálva í seinna hálvleiki, og søktu sponsku skjúttarnar |
|
Hondbóltur Sigurjón Einarssin fekk pent boð um at spyrja á føroyskum, tá hann fekk orðið á Pernille Brandenborg eftir søguliga HM-sigurin á Spania í Trier, og byrjaði á donskum |
|
Hondbóltur Unga føroyska liðið stóð sum drangur í brimi, tá harðast leikaði á, meðan nógv royndaru spaniólarnir hoknaðu av nervunum til endans, helt føroyski venjarin Claus Mogensen |


































