- Tíðindi, mentan og ítróttur

Lær føroyska hópin at kenna
Málverji
Aldur: 26
Hædd: 1.79
Felag: EH Aalborg (DEN)
Landsdystir og mál: 27
Málverjin er uppvaksin í H71, áðrenn hon fór til Haukar í Íslandi í 2021. Eitt ár seinni gekk leiðin til Nykøbing Falster í bestu donsku deildini, har hon hevði ilt við at koma á liðið. Hon skifti til Follo í Norra í 2023, áðrenn EH Aalborg vildi hava hana aftur til Danmark. Átti í september, men náddi at koma í HM-hópin.
Bakkur
Aldur: 22
Hædd: 1.73
Felag: Ajax Keypmannahavn (DEN)
Landsdystir og mál: 26 (26)
Enn ein spælari úr talentfabrikkini í Hoyvík sum nú umboðar Ajax Keypmannahavn í næstbestu donsku deildini. 22 ára gamli bakkurin er stinn í verjuspælinum, har hon fær mestu minuttirnar á landsliðnum, men verður brúkt á høgra bakki í álopinum viðhvørt.
Bakkur
Aldur: 27
Hædd: 1.76
Felag: BK Ydun (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (76)
Barnsburður gjørdi, at fyrrverandi kyndilsbakkurin Marianna Geirsdóttir Eystberg hevði steðg frá hondbólti, men nú spælir hon aftur fyri fult í danska 1. deildarfelagnum BK Ydun. Tað hevur givið henni kjansin í føroyska HM-hópinum.
Strika
Aldur: 23
Hædd: 1.73
Felag: Ajax København (DEN)
Landsdystir og mál: 11 (4)
Vár slapp ikki við til EM saman við tvíburðasystrini seinast, men hevur spælt seg í HM-hópin afturfyri. Umboðar eins og Lív B. Zachariasen Ajax København í næstbestu donsku deildini.
Bakkur
Aldur: 24
Hædd: 1.77
Felag: HØJ Ølstykke (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (20)
Marita Mortensen er einasti bakkurin í føroyska hópinum, sum hevur skot úti frá sum sítt fremsta álopsvápn. Upprunaliga úr H71, men spælir nú í bestu donsku deildini við HØJ, og er gott alternativ til gjøgnumbrotssterku bakspælararnir.
Strika
Aldur: 32
Hædd: 1.69
Felag: Kyndil (FAR)
Landsdystir og mál: 46 (40)
32 ára gamli strikuspælarin úr Kyndli er aldursforseti á føroyska liðnum, og telist eisini millum tær við flest landsdystum. Hevur spælt stóran part av sínum hondbóltslívi á strikuni hjá Kyndli, men hevur eisini roynt seg í Aalborg HK og Vendsyssel í Danmark. HM verður seinasta endaspælið hjá henni.
Vinstri vongur
Aldur: 22
Hædd: 1.67
Felag: Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (34)
Spælarin úr Olsen-familjuni í Vestmanna hevur spælt í VÍF fyri tað mesta. Er vongur, men hevur eisini roynt seg í bakketuni. Fylgdi pápa sínum, Inga Olsen, til H71 í 2021/22, men eftir meistaraár og spennandi evropeiskt ævintýr, fór hon aftur til VÍF. Umboðar nú danska felagið Ejstrup/Hærvejen.
Bakkur
Aldur: 25
Hædd: 1.67
Felag: Skanderborg Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 39 (90)
Er uppvaksin í Kyndli, men síðstu árini hevur hon roynt seg í Danmark. Fyrst í Aalborg, og síðan í Ajax København. Tá høvuðsstaðarfelagið flutti niður, skifti bakspælarin til Skanderborg Håndbold. Hevur eyðsýndar dygdir í gjøgnumbrotsspælinum, og tykist vera komin yvir fótliðsskaðan, sum hevur darva í nærum eitt ár.
Málverji
Aldur: 18
Hædd: 1.76
Felag: Kyndil (FAR)
Landsdystir og mál: 2 (0)
Yngsti spælarin í føroyska hópinum. Málverjin, sum vanliga stendur millum stengurnar hjá Kyndli, gjørdi vart við seg til U19-landsliðnum til EM-endaspælið í summar, og trokaði seg upp í hópin, har hon ivaleyst er at rokna sum triðja val.
Bakkur
Aldur> 23
Hædd: 1.77
Felag: Ajax Keypmannahavn (DEN)
Landsdystir og mál: 18 (9)
Bakkurin úr Hoyvík spælir mest í verjuni, har hon saman við tvíburðasystur síni, Vár, stóð sum ein múrur í H71 í nøkur ár. Spælir nú í Ajax København, og fær størri leiklut á føroyska liðnum, sum setir nýggja verju saman, nú ongin Brynja Høj er við longur.
Strika
Aldur: 28
Hædd: 1.85
Felag: Storhamar (NOR)
Landsdystir og mál: 50 (103)
Liðskiparin á strikuni hevur búð og spælt hondbólt í Danmark alt sítt lív, men føroysku røturnar gjørdu, at hon fekk sín fyrsta dyst fyri Føroyar í 2016, og síðan hevur hon verið føst fús í hvítum. Hevur umboða Vendsyssel, Randers og København Håndbold, men er nú í norska felagnum Storhamar, har hon m.a. spælir Champions League-hondbólt.
Bakkur
Aldur: 21
Hædd: 1.76
Felag: HH Elite (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (57)
Ein av nýggju týpunum á føroyska landsliðnum. Bakspælarin hevur gott eyga fyri spælinum, kann bróta ígjøgnum sjálv og skjýtur eisini útifrá viðhvørt. Stýrdi neistaálopinum áðrenn hon fór til HH Elite í Danmark, har hon hevur tikið seg nógv fram síðstu árini.
Høgri vongur
Aldur: 23
Hædd: 1,73
Felag: VÍF (FAR)
Landsdystir og mál: 35 (70)
Høgri vongurin hevur fingið hondbóltin inn við móðurmjólkini í VÍF, men fór niður til Herning-Ikast sum blaðung. Spældi seinni í Ajax København, TMS Ringsted, EH Aalborg, men kom heim til VÍF at hvessa sær HM-formin.
Høgri vongur
Aldur: 20
Hædd: 1.68
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 8 (10)
Yngra Egholm-systurin taldist millum áskoðararnar, tá Føroyar royndi seg í EM fyri einum ári síðan. Hevur síðan trokað seg inn á vinstra vong við góðum avrikum í H71.
Vinstri vongur
Aldur: 20
Hædd: 1,66
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 14 (38)
20 ára gamli vinstri vongurin telist millum yngstu spælararnar í lutfalsliga unga føroyska hópinum. Hevur higartil bert umboðað H71, har hon ígjøgnum ungdómsárini eisini hevur spælt sum spælskipari.
Bakkur
Aldur: 25
Hædd: 1,78
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 25 (57)
Spælskiparin hjá H71 taldist í nógv ár millum bestu spælararnar í føroysku deildini, men gavst eitt skifti, tá hon fór niður í lestrarørindum. Hevur síðan tikið hondbóltin uppaftur, men tað tók tíð at spæla seg innaftur á landsliðið. Er ein klassiskur spælskipari, sum m.a. kann fáa ein leiklut í sjey ímóti seks-álopsspælinum.
Bakkur
Aldur: 21
Hædd: 1,72
Felag: Viborg HK (DEN)
Landsdystir og mál: 29 (135)
Nummar 77 er stóra stjørnan og flaggberin fyri nýggja ættarliðið hjá føroysku hondbóltskvinnunum. Bakspælarin er kvik og gjøgnumbrotssterk og skal bera tyngstu byrðuna í føroyska álopinum. Er uppvaksin í H71, men skifti til Viborg HK í bestu donsku deildini, har hon telist millum stóru profilarnar.
Málverji
Aldur: 21
Hædd: 1,76
Felag: Ringkøbing Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 29 (2)
Rakul Wardum spældi við Kyndli, áðrenn leiðin tíðliga gekk til Skanderborg í Danmark. Í 2022 fór málverjin víðari til Ajax København, sum flutti niður í næstbestu deildina. Rakul Wardum spælir í nú við Ringkøbing. Er í løtuni at rokna sum fyrsta val hjá Føroyum
Fleiri greinar
|
Hondbóltur Pernille Brandenborg er glað fyri at HM-bíðitíðin endiliga er av, og landsliðið er komið upp á pláss í Trier. Í morgin er Montenegro á skránni |
|
Hondbóltur Leygardagin spældu føroysku kvinnurnar upphitingardyst ímóti Íslandi, har niðurstøðan var greið. Føroyar misnýttu ov illa í 28-25 ósigrinum við Tjarnir |
|
Hondbóltur Evropeiska hondbóltssamgongan er eitt sindur raskari at skipa fyri og kunna enn altjóða samgongan IHF. Tað fortelur HSF-stjórin, sum kortini letur væl at í Trier |
|
Hondbóltur Marianna G. Eystberg hevur ikki spælt við fullari ferð síðstu árini, og var ikki við til EM-endaspælið í fjør, men hesa ferð hevur hon fingið kjansin, og hon gleðir seg |
|
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar misnýttu heldur nógv í 27-24 ósigrinum fyri Íslandi í HM-upphitingardystinum við Tjarnir |
|
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnnurnar spíska sær vápnini undan HM-endaspælinum við venjingardysti ímóti Íslandi við Tjarnir í kvøld |
|
Hondbóltur Mánadagin møtti hondbóltslandsliðið við kvinnum við Tjarnir til fyrstu venjingina fram ímóti HM-endaspælinum, sum byrjar 26. november í Trier í Týsklandi |
|
Hondbóltur Marianna Geirsdóttir Eystberg er ein av teimum 18 spælarunum, sum er við í HM-hópinum hjá hondbóltslandsliðnum. Hon hevur ikki verið við í trý ár |
|
Hondbóltur Um ein mánað fer føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum undir nýggja EM-undankapping, og í havsbrúnni hómast HM-endaspælið. Bruttohópurin vandi saman í Føroyum í farnu viku |
|
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar komu í bólk saman við Montenegro, Spania og Paraguai í HM-endaspælinum. Møguleikarnir ímóti Paraguai eru góðir, meta spælarar |
|
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar fáa í dag at vita, hvørjum tær skulu spæla ímóti í HM-endaspælinum, sum byrjar í november |
|
Hondbóltur Hósdagin 22. mai verður HM-lutakastið hjá kvinnulandsliðnum. Altjóða hondbóltssambandið, IHF, hevur kunngjørt styrkismetingina og Føroyar eru í triðju røð |
|
Hondbóltur Føroyski verjukletturin Brynja leikti í dag sín seinasta landsdyst. Hon hevur verið týðandi partur av menningini, sum føroysku hondbóltur hevur verið í gjøgnum seinastu árini. |
|
Hondbóltur Stórsigur í Føroyum og tap í Litava hava við sær, at vit Føroyar samanlagt vinna við 9 málum. |
|
Hondbóltur Eftir sigurin við 10 málum mikukvøldið við Tjarnir eru føroysku kvinnurnar aftanfyri 14-11. |
|
Hondbóltur Hondbóltskvinnurnar hava annað beinið í HM-endaspælinum, men skulu gera arbeiðið liðugt í seinna úrtøkudystinum móti Litava á útivølli. Føroyar hava eina 10-málsleiðslu
|
|
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar fara til Litava við einari 10 máls leiðslu. Myndir: Bjarni Árting Rubeksen |
|
Hondbóltur Føroyar máttu arbeiða hart fyri sigrinum ímóti Litava, men tá tað so líðandi kom glapp í bæði álopi og verju, kom munurin til sjóndar, segði dagsins spælari, Jana Mittún |
|
Hondbóltur Kvinnulandsliðið í hondbólti gjørdi bart í fyrsta kvinnulandsdystinum við Tjarnir og vann við heili 10 málum ímóti Litava |
|
Hondbóltur Claus Mogensen rósti føroysku spælarunum fyri ein flottan dyst ímóti Litava, og 10 máls leiðslan gevur Føroyum sera gott útgangsstøði undan returdystinum, segði venjarin |
|
Hondbóltur Í orðum og myndum verður sagt beinleiðis frá HM-undankappingardystinum hjá hondbóltskvinnunum millum Føroyar og Litava í stórhøllini við Tjarnir |
|
Hondbóltur Súna Krossteig Hansen er sjúk og verður ikki við í heimadystinum ímóti Litava í kvøld. Lukka Arge verður á leikaralistanum í staðin |
|
Hondbóltur Fótfimu føroysku hondbóltskvinnurnar ætla at vinna á stóru og tungu gestunum, tá Føroyar taka ímóti Litava við Tjarnir mikudagin. HM-pláss stendur upp á spæl |
|
Hondbóltur Claus Leth Mogensen, landsliðsvenjari hjá hondbóltskvinnunum, er væl nøgdur við, at Føroyar í HM-lutakastinum fingu Litava sum mótstøðulið í undandystunum. |

































