- Tíðindi, mentan og ítróttur

Badminton
Badminton stóð seg væl á Guernsey fyri tveimum árum síðan, og aftur hesa ferð eru vónirnar góðar. Hópurin er settur saman við sterkum spælarum - yngri og eldri - sum eru væl fyri í løtuni.
Hópurin Magnus Dal-Christiansen Rúni Øster Jónas Djurhuus Asbjørn Olsen Christian Berg Petersen Sanna Thorkildshøj Mia Thorkildshøj Ranja Joensen Miriam í Grótinum Bjarnhild í Buð Justinussen
Frælsur Ítróttur
Frælsur ítróttur fór við nógvum av yvirskriftunum fyri tveimum árum síðan, tá skjótu menninir, Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss vunnu 100, 200 og 400 metur renning. Hesa ferð eru góðar vónir eisini til kvinnurnar og langteinarennararnir hjá monnum.
Hópurin Andreas Bjarnastein Antoft Dánjal Dahl Ljósheim Elisabet Holm Simonsen Jónas Gunnleivsson Isaksen Julian Gregersen Margit Weihe Fríðmundsdóttir Maria Biskopstø Neli Heldarskarð Oddvør Josephsen Rebekka Fuglø Poulsen Rógvi Kárason Rutt Hjelm Gregersen Sunniva Bogadóttir Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar Tórur Mortensen Tummas Petur Sjóvará
Súkkling
Súkkling hevur havt ilt við at vinna oyggjaleikaheiðursmerki síðstu leikirnar. Kappingin frá bretsku oyggjunum er vanliga sera hørð, men føroyingarnir undir leiðslu av fyrrverandi stórsúkklaranum, Torkili Veihe, fara undir uppgávuna við góðum treysti.
Hópurin Helgi Winther Olsen Hilmar Hansen Pauli Poulsen Niklas Hallgren Niclassen Súsannav Skylv
Triathlon
Ein av minniligu oyggjaleikaløtunum síðstu árini var, tá Súsanna Skylv vann gull fyrsta morgunin í Gibraltar í 2019. Hon er ikki við hesa ferð, men Magni Hansen og Bergtór Torsteinsson fara at kappast í svimjing, súkkling og renning.
Hópurin Magni Hansen Bergtór Torsteinsson
|
|
|
Fimleikur
Fimleikur hevur verið ódrúgvur í oyggjaleikahøpið síðstu nógvu árini, men tá ítrótturin hevur verið við, hava Føroyar vanliga staðið seg væl. Vónirnar eru eisini góðar hesa ferð, og føroyski hópurin ætlar sær at vinna nógv heiðursmerki.
Hópurin Anna Sofía Højsted Maite Lív Neves Ellendersen Marin Danielsen Mia Højgaard Oddvør Alberta Kimsdóttir Ronja Johannesen Ari Poulsen Bjarki í Jákupstovu Bjarki Johannesen Bjarti Skylv Hansen Rókur Sumberg Vestergaard Torleivur Christiansen
Svimjing
Ættarliðsskiftið í føroyskari svimjing, sum byrjaði við koronufarsóttini, er avgreitt, og fleiri ungir svimjarar eru á veg fram við fullari ferð. Lea Osberg Højsted, Líggjas Joensen og Isak Brisenfeldt teljast millum tey yngstu og skjótastu, men t.d. Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal E. Eidesgaard eru eisini væl fyri.
Hópurin Alisa Vestergård, SuSvim Bjarta í Lágabø, SuSvim Elisabeth Erlendsdóttir Jóhanna Ólavsdóttir Jonna Joensen Lea Osberg Højsted Bartal E. Eidesgaard Heini Mohr Askham Isak Brisenfeldt Jón Hofgaard Líggjas Joensen Silas Dam Lindberg
Bogaskjóting
Bogaskjóting vinnur vanliga fleiri heiðursmerki á oyggjaleikum, og vónirnar eru ikki verri hesa ferð enn fyrr. Anja Eydnudóttir vann fimm gull á Gotlandi fyri átta árum síðan, og hon er við aftur fyri fyrstu ferð síðan 2017. Spennandi verður at síggja, hvussu hon er fyri.
Hópurin Anja Eydnudóttir Helena Skorastein við Misá Pernille Krogh Tóra Dinna Reynskor Barbara Krossteig Jóannes Poulsen Jógvan Niclasen Bogi Andreasen Nikkel Petersen Hans Petur Højgaard Bárður Magnusson
Golf
Fýra menn og tvær kvinnur manna føroyska golf-hópin, sum skal royna seg á Orknoyggjum. Føroyar hava ikki vunnið heiðursmerki í oyggjaleikahøpi higartil.
Hópurin Hans Pauli Henriksen Líggjas Jógvansson Óskar Eiríksson Emil Jakobsen Finngerð Sólbjørg Clark Mona Ziskason
|
|
|
Fleiri greinar
|
Svimjing Søguliga hevur svimjingin tryggjað Føroyum nógv heiðursmerki á oyggjaleikunum. Nú skal eitt nýtt ættarlið svimja fyri Føroyar – og tey ætla sær eisini nógv metal um hálsin |
|
Annar ítróttur Skaði í hælsinunum ger, at Eiri J. Glerfoss, sum vann 100 metur renningina á seinastu oyggjaleikum, ikki fær vart gullið á Orknoyggjum |
|
Annar ítróttur Føroyska oyggjaleikaferðalagi bæði fleyg, koyrdi og sigldi, tá leiðin gekk til Orknoyggjar, har kappingar vera alla vikuna |
|
Annar ítróttur Í morgun kl. 5 fóru ítróttarfólkini sum skulu kappast til Orknoyggjar |
|
Fimleikur Føroyskur fimleikur er við aftur á oyggjaleikum. Hann hevur tað gott og ætlar sær fleiri heiðursmerki á Orknoyggjum. Stóra málið er at vinna liðkappingarnar |
|
Annar ítróttur Ein spennandi tíð er fyri framman fyri Badminton í Føroyum. Oyggjaleikir verða í summar, og altjóða smálandakapping verður í vetur 2026 |
|
Annar ítróttur Frælsur ítróttur er í framgongd. Seinast vóru tað menninir í sprinti, sum tóku eitt lop. Nú eru tað kvinnurnar, og málið er at fáa fleiri heiðursmerki |
|
Annar ítróttur Poula Michelsen úr Havn skal standa á odda fyri ítróttaliga partinum av oyggjaleikunum í Føroyum, sum verða á sumri í 2027 |
|
Annar ítróttur Føroysku íðkararnir heilsaðu upp á fólk og hvønn annan, tá fráfaringartiltak undan oyggjaleikum var í SMS um vikuskiftið. Yvirhøvur eru vónirnar rættiliga góðar |
|
Annar ítróttur - Eg havi elskað at gjørt fimleik, síðan eg var sjey, sigur 13 ára gamla Oddvør Alberta Kimsdóttir, sum skal bera føroyska vatnið til oyggjaleikasetanina á Orknoyggjum |
|
Annar ítróttur Tað verður svimjarin Róland Toftum, sum ber Merkið fyri Føroyar, tá oyggjaleikasetanin verður á Orknoyggjum leygardagin 12. juli |
|
Annar ítróttur Spenningurin millum íðkararnar veksur, nú bert ein vika er til at føroyski hópurin leggur leiðina til Orknoyggjar, har oyggjaleikirnir eru fyri fyrstu ferð |
|
Annar ítróttur Fyri átta árum síðan vann Anja Eydnudóttir fimm gullheiðursmerki á Oyggjaleikunum í Gotlandi. Í vetur tók hon bogan upp aftur, og nú siktar hon eftir leikunum á Orknoyggjum |
|
Svimjing Korona hevði við sær, at fleiri av bestu føroysku svimjarunum góvust í senn. Eftir aldudal gongur rætta vegin, og nú er nýggja ættarliðið til reiðar at bjóða av á Oyggjaleikum |
|
Annar ítróttur Føroyska tennisliðið vann í gjár liðkappingina í óalmennari oyggjaleikakapping í Isle of Man. Talan er um søguligan siður, tí Føroyar hava ikki megnað tað í tennis fyrr |
|
Annar ítróttur Tað var eitt stórt stig at taka 32 ára gamla metið í 5 kilomtra renning á landavegi, sigur Julian Gregersen úr Treysti, sum nú ætlar sær at koma undir 15 minuttir |
|
Annar ítróttur Á Guernsey fóru skjótu menninir avstað við yvirskriftunum, men nú eru manligu langteinararnir við aftur. Heili tríggir bjóða av á Oyggjaleikunum á Orknoyggjum |
|
Annar ítróttur Tíggju spælarar eru tiknir út til føroyska badmintonliðið, sum skal royna seg á Oyggjaleikunum á Orknoyggjum í summar |
|
Svimjing Svimjisambandið hevur tikið út 12 svimjarar at umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Orknoyggjum í summar |
|
Fimleikur Fyri fyrstu ferð í nógv ár verður fimleikur á Oyggjaleikum. Føroysku fimleikararnir vilja allir umboða Føroyar á Orknoyggjum, og um vikuskiftið kappaðust teir um plássini |






























