Sí listan: Her eru mest lisnu tíðindini í 2015

Sí listan: Her eru mest lisnu tíðindini í 2015
Frá fótbóltsharðskapi til sólarmyrking og ein gamlan systkinaflokk. Her eru 10 tær mest lisnu tíðindagreinarnar á kvf.fo í 2015
Her eru 10 tær mest lisnu tíðindagreinarnar á kvf.fo í 2015
Mynd: Samansettar myndir frá kvf.fo  
 
29.12.2015 - 12:00

Her eru 10 tær mest lisnu greinarnar á kvf.fo í 2015. Klikka á myndirnar í yvirlitinum, vilt tú lesa greinina (umaftur).
 

1. So leingi verður sólarmyrking ymsastaðni í Føroyum

Har sólarmyrkingin verður stytst, verður hon ein minutt. Har hon verður longst, útivið hálvan triðja minutt. Fá greitt yvirlit í greinini her

2. Ansa tær: Hesar eru nú eisini í Føroyum

Blóðmottur, á donskum skovflåt, eru funnar í Føroyum. Fyribils er fráboðan komin um, at tvey børn í Føroyum eru bitin av smákyktinum
 

3. 12 systkin úr Rituvík eiga nú heimsmetið

Guinness váttar nú, at tey 12 Olsen-systkini eru elsti systkinaflokkur í heiminum. Tey eru tilsamans 1035 ár
 

4. Royn grafikkin: Haðani sært tú sólina 20. mars

Ivast tú í, hvar sólin er fríggjamorgunin 20. mars, tá full sólarmyrking verður í Føroyum? Royn grafikkin og fá svarið í greinini her
 

5. Sí »skugga-kortið«: Her sæst sólin ikki 20. mars

Onkrastaðni í Føroyum fer sólin ikki at síggjast, tí støðini liggja í skugganum. Her eru støðini, har tú heilt vist ikki fert at síggja sólina
 

6. Sólarmyrking: Ger so væl - her eru allar myndirnar

Set teg væl til rættis og njót tær mongu, hundraðtals myndirnar, ið bæði føroyingar og útlendingar tóku í samband við sólarmyrkingina 20. mars
 

7. Skúlaleiðari kærdur fyri Facebook-viðmerking

Tíðindaleiðarin í Kringvarpi Føroya hevur kært skúlaleiðara fyri niðrandi viðmerking um hópneyðtøku á Facebook. Skúlaleiðarin angrar viðmerkingina
 

8. Løgtingsval 2015: Her er endaliga valúrslitið

Nú eru øll tey 58 valstøðini kring landið tald upp og send Kringvarpinum. Sí endaligu uppteljingina av løgtingsvalinum 2015 her
 

9. Venjingardystur endaði við harðskapi

Dómarin kendi seg noyddan at bríksla venjingardystin millum HB og Víking av orsakað av harðskapi
 

10. Spielberg ger film í Føroyum

Upptøkurnar verða gjørdar í ár, og filmurin verður sýndur næsta ár

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610